18. november eru liðin 60 ár síðan Norrøna Felagið varð sett á stovn.
Stovnandi aðalfundur varð hildin í Sjónleikarhúsinum í Havn sunnudagin 18. november 1951. Soleiðis stendur at lesa í aðalfundarbókini:
Ár 1951, 18/11 kl. 230 varð stovnandi aðal-
fundur settur í Sjónleikarhúsinum
í Tórshavn. Tilstaðar vóru umlag 200
meniskir, flest øll slík, sum fram-
manundan ella á fundunum høvdu sett
seg á lista yvir felaginum, ið stovnast
skuldi.
Framlagt varð uppskot til felags-
lóg. Fyrst varð alt uppskotið lisið upp.
Síðan varð valdur orðstýrari – Jóannes
av Skarði, Háskúlastjóri – og síðani varð grein
fyri grein løgd fyri og stemmað
ígjøgnum. Á henda hátt varð lógar-
uppskotið samtykt við smaum broyt-
ingum.
Síðani varð vald stjórn, tiltaks-
fólk og roknskapargranskarar, so-
leiðis:
---
Stjórn: Frú Sofie Petersen Havnardal
Skúlastjóri Christoffer Lützen
Skúlastjóri Thomas Nygaard
Fornminnisgranskari Sverri Dahl
Rithøvundur Heðin Brú
Tiltakslimir:
Fulltrúi Thorgerd Mohr
Prentari Joen Rasmussen
Próst Jacob Joensen
Lærari Martin Holm
Yvirlærari Zacharias Sørensen
Roknskapargranskarar:
Leivur Lützen landsrættarsakførari
Tórur Axalsson Dalsgaard skrivstovustjóri
Bæði atkvøður og val fór fram
við at rætta hondina upp.
Fundurin lokin
Sofía Petersen Th. Nygaard
Chr. Lützen Sverri Dahl
Original - Gerðabókin 1951 608 KB