OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Forkvinnan og skrivarin vóru í døgunum 29. oktober til 1. november 2018 í norska høvuðsstaðnum Oslo, har Norðurlandaráðið var savnað til sín 70. ársfund.

Sum altíð verður formansfundurin í FNF lagdur í samband við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum, og hesaferð varð fundurin hildin fyrrapartin týsdagin áðrenn Norðurlandaráðið varð sett seinnapartin.

Kvøldið fyri vitjaðu vit á stásiliga harragarðinum, sum norska norrøna felagið eigur í útjaðaranum av Oslo – Abbediengen – har felagið var vertur fyri einum døgurða.

Norden 100 ár

Á formansfundinum var millum annað fíggjarætlan á skránni, men annars var mesta tíðin brúkt upp á at tosa um og fyrireika hátíðarhaldið komandi ár, tá hundraðár eru liðin síðan norrøna rørslan byrjaði. Tað var í 1919, at Norden-feløginií Danmark, Noregi og Svøríki vórðu stovnað.

100 árið verður hátíðarhildið serliga í hesum trimum londunum, og stóra tiltakið verður 15. apríl í Keypmannahavn, á sjálvum ársdegnum hjá danska felagnum. Dagurin verður hildin við eini politiskari ráðstevnu á Christiansborg fyrrapartin við luttøku av fleiri norðurlendskum forsætisráðharrum og politikarum. Evnið á ráðstevnuni verður Norðurlond og heimsmálini fyri burðardyggari framtíð hjá ST.

Um kvøldið verður eitt stórsligið ’show’ í stóra konsertsalinum hjá Danmarks Radio við luttøku av Margretu drotning, ið er verji hjá danska norrøna feløgunum, og møguliga eisini øðrum kongaligum gestum.

Ætlaniner, at tiltakið verður sent á eini av rásunum hjá Danmarks Radio, og ynskiligt er, at eisini public service støðirnar í hinum londunum samsenda. Danska felagið hevur fingið fígging til tiltakið, og ætlanin er av bjóða norðurlendskum listafólkum í heimsflokki at luttaka á tiltakinum, har tað verður tónleikurin, sum verður í hásæti.

Fleiri onnur tiltøk verða eisini hildin runt um í Norðurlondum fyri at markera, at Norden-rørslan fyllir hundrað ár.

Eitt nú verður eitt tiltak í september, har ætlanin er at fáa fleiri túsund norðurlendingar at syngja norðurlendskar sangir saman. Ein kórleiðari skal sláa tónan á einum tiltaki í Aarhus, og so skulu sangarar úr øllum longunum kunnafylgja við, og taka undir við sanginum.

Brexit og Norðurlandaráðið

Gestarøðari á sjálvum ársfundinum í norska stórtinginum var bretski forsætisráðharrin, Theresa May, ið var komin til Noregs at greiða norðurlendsku politikarunum frástøðuni, nú Bretland er á veg út úr evropeiska samstarvinum.

Theresa May legði dent á, at hetta ikki broytir nakað við viðurskiftini millum Bretland og Norðurlond, og at Bretland er sera áhugað í at halda fram við góða samstarvinum.

Ógsuvligu trygdartiltøkini, sum vórðu sett í verk í sambandi við hesa týðandi vitjan, setti sín dám á fundin í Norðurlandaráðnum hesaferð.

Ongi málav serligum áhuga fyri Føroyar vóru á skránni hesaferð. Meiningin var annars, at spurningurin um sjálvstøðugan føroyskan limaskap skuldi takast upp. Spurningurin varð útsettur í eitt ár á fundinum í Helsingfors í 2017, men av tí, at føroyingar og danir ikki eru komnir til eina semju í hesum málinum, kom tað heldur ikki á skrá fyri Norðurlandaráðsfundin í ár.

Føroyskir vinnarar

Hinvegin fingu vit ein føroyskan vinnara, tá mentanarvirðislønirnar vórðu handaðarí stásiliga operabygninginum um kvøldið. Norðurlendska heiðurslønin fyri barna-og ungdómsbókmentir fór til dugnaliga teknaran og rithøvundan Bárð Oskarssonfyri bókina Træið, sum eisini vann tilsvarandi heiðurslønina hjá Útnorðurráðnum fyrr í ár.

Vit høvdueisini ein annan vinnara. Tað var 15 ára gamla Fríðunn Bolstad Mortensen, sum var ein av trimum vinnarum í eini skrivikapping, sum norska norrøna felagiðskipaði fyri saman við stórtinginum.

Fríðunn varð boðin til Oslo í hesum sambandi, og hon fekk høvi at vitja í Stórtinginum, luttaka á eini samkomu, sum Foreningen Norden skipaði fyri, og fekk eisini høvi at heilsa upp á norska og svenska forsætisráðharran – óiva eitt stórtupplivilsi fyri tey øll.

Vit í Norrøna Felagnum í Føroyum fingu eisini ríkt høvi at tosa við týðandi persónarúr bæði Føroyum og útlondum, sum vit kunnu fáa gagn av í virkseminum frameftir.

Myndir

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.