Aðalfundurin hjá Norrøna Felagnum í Føroyum verður hildin í Norðurlandahúsinum sjálvan Norðurlandadagin 23. mars kl. 18.00
Skrá sambært viðtøkum felagsins:
- Ársfrásøgn og framtíðarætlan
- Framløga av grannskoðaðum roknskapi
- Val av stjórn og 2 tiltakslimum
(Stjórnarlimirnir Eyrith Guttesen Leyni, Eyðun Húsgarð og Margreta Næss standa fyri vali) - Val av grannskoðara og tiltaksgrannskoðara
- Ásetan av limagjaldi
- Ymist
(Mál, ið koma undir pkt. 6, skulu vera stjórnini í hendi skrivliga 8 dagar undan aðalfundi)
Eftir aðalfundin verður útnorðurkonsert við Rasmus Lyberth og Hanus G. Johansen.
Limir í Norrøna Felagnum kunnu keypa atgongumerki fyri 100 krónur við at flyta peningin á bankakonto hjá felagnum (Bank Nordik 6460-153.224.5 ).
Í mesta lagi tvey atgongumerki pr. lim.
Seinasta freist at keypa á henda hátt er fríggjadagin 18. mars.
Annars fáast atgongumerki til keyps fyri 150 krónur í Norðurlandahúsinum - nlh.fo