Nevndin í Norrøna Felagnum samtykti á nevndarfundi 2. august 2022 at seta Arnbjørn Ó. Dalsgarð sum skrivara hjá felagnum átta tímar um vikuna, frá 1. august 2022 at rokna.
Arnbjørn er rithøvundur og fakligur skrivari hjá Etiska ráðnum hálva tíð, og í løtuni er hann eisini í tíðaravmarkaðum starvi sum aðalskrivari hjá upphavsrættarfelagsskapinum Fjølrit