Á ráðstevnuni hjá Norrøna Felagnum í Norðurlandshúsinum 15. mai høvdu Brynhild Næs Petersen og Hanne-Louise Johannesen eina sera áhugaverda framløgu, har greitt varð frá Cafe Pantopia.
Café Pantopia er ein ætlan um at knýta serligar café'ir í Norðurlondum saman, so at tú til dømis kann sita í Tórshavn og drekka ein kopp av kaffi saman við einum, sum situr í Reykjavík, Keypmannahavn ella Nuuk.
Meira er at lesa um Cafe Pantopia á heimasíðuni cafe-pantopia.net
Powerpoint framløgan sæst her:
Cafe Pantopia i Nordens hus 15 maj 2010 (PDF 755 KB)