Ein ungur føroyingur hevur møguleika at koma eina spennandi ferð til Finnlands í vetur. Tað er Färöfonden undir systirfelagnum hjá Norrøna Felagnum, Pohola-Norden í Finnlandi, sum bjóðar einum Føroyingi at vitja í november.
Hesin Føroyagrunnurin hevur nú á øðrum hvørjum ári síðan 1975 bjóðað ungum føroyingum til Helsinki í eina viku. Endamálið er at geva viðkomandi møguleikan at læra Finnland at kenna, men eisini at taka lut í norðurlendsku bókasavnsvikuni, sum er tá, og at vera við á einum útnorðurkvøldi. Tann vitjandi fær eisini høvi at vitja ríkisdagin, álandsskrivstovuna, svenska sjónleikarhúsið og eisini onkran annan av stóru finsku býunum.
Í 2009 var tað Brynhild Næs Petersen úr Fuglafirði, sum arbeiðir við einum spennandi samnorðurlendskari café-verkætlan, sum varð boðin til Finnlands, og í 2007 var tað tónleikarin og sjónleikarin Búi Dam.
Finsku gestirnir vilja fegnir hava umsóknir frá ungum føroyingum, sum hava áhuga í at taka ímóti hesum sjáldsama møguleika.
Tey stilla eingi krøv til umsøkjarnar. Endamálið er sum sagt at geva einum føroyingi høvi til at læra Finnland nærri at kenna. Tá persónurin – stipendiaturin, sum tey kalla tað – er valdur, verður ein skrá løgd, sum hóskar til viðkomandi.
Føroyagrunnurin rindar fyri ferð og uppihald. Í nevndini í Färöfonden sita tvey umboð fyri finsk-føroyska vinafelagið Tjaldur, tvey umboð fyri Pohjola-Norden (sum er Norrøna Felagið í Finnlandi) og tvey umboð fyri ungdómsrørsluna hjá Pohjola-Norden.
Áhugaðir føroyingar kunnu skriva ein teldupost til skrivaran í Färöfonden, sum eitur Martin Paulig. Telduposturin er