Komandi vikuna, frá hósdegnum 21. til mikudagin 27. august, vitjar eitt finskt ferðalag upp á nøkur og tredivu fólk í Føroyum. Talan er um deildirnar hjá Foreningen/Pohjola Norden í Korsholm, Vörå og Karleby, sum eru býir í Österbotten, tí svensktmælta partinum av Finnlandi.
Við á Føroyaferðini er eisini ein væl dámdur fólkatónleikabólkur, Smedarna , sum spælir siðbundnan finskan og serliga finnlandssvenskan fólkatónleik við høvuðsdenti á fiól og harmoniku.
Seinnapartin sunnudagin verður høvi hjá limum í Norrøna Felagnum at hoyra henda tónleikabólk. Í sambandi við Føroyavitjanina verður skipað fyri eini hugnaløtu í Skálanum í Norðurlandahúsinum, har Smedarna fara at framføra eitt longri fólkatónleikaverk, Bröllopssvit från Österbotten.
Tiltakið í Norðurlandahúsinum verður millum klokkan 14 og 17 sunnudagin 24. august 2014.
Tá Smedarna eru lidnir at spæla, verður hugnalig samvera,har finnar fortelja um teirra arbeiði í Pohjola Norden, og vit fortelja um arbeiði, sum vit gera í Norrøna Felagnum.
Eitt gott høvi at hitta aðrar norðurlendingar við felagsáhugamálum.