Við tað, at formaðurin felagsins, Hallstein Sigurðsson, herfyri tók avgerð um at taka av arbeiðsavbjóðingum í Grønlandi, hevur Norrøna Felagið í Føroyum fyribils fingið nýggja forkvinnu.
Nevndin fyri felagið samtykti einmælt, at Thurid Christophersen - ið hevur tikið sæti í nevndini sum tiltakslimur - skal røkja starvið sum forkvinna fram til komandi aðalfund í felagnum, sum verður á norðurlandadegnum 23. mars 2014.