Týskvøldið 23. oktober 2012 kl. 19 verður høvi at hoyra fyrilesturin hjá Hans Andriasi Sølvará, søgufrøðingi, um Læknastríðið, ella Klaksvíksstríðið, ið tað eisini verður kallað. Fyrilesturin verður hildin í Norðurlandahúsinum, og tað er Norrøna Felagið í Føroyum, sum skipar fyri.
Læknastríðið stóð upp á frá 1952 til 1956, tá virkandilæknin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Olaf Halvorsen, varð settur frá starvinum. Hetta fall ikki í góða jørð, og stíðið kom í hæddina, tá skip við donskum løgregluliðum vórðu send til Klaksvíkar at tryggja lóg og landaskil.
Læknastríðið snúði seg ikki bara um ein vælumtóktan lækna, ið varð koyrdur frá. Tað var eisini eitt stættarstríð – ein uppreistur móti lokala peningavaldinum. Eisini snúði tað seg um at hevja Klaksvík, ein bý í stórum framburði, mótvegis miðsavnaða politiska valdinum í Tórshavn og Keypmannahavn.
Endiliga handlar læknastríðið eisini um eftirskjálvtarnar frá øðrum heimsbardaga, tí umstríddi, men vælumtókti læknin í Klaksvík einaferð hevði verið limur nasistaflokkinum í Danmark.
Hans Andrias Sølvará er útbúgvin søgufrøðingur, og starvast á Fróðskaparsetri Føroya. Hann arbeiðir við at skriva Klaksvíkar søgu – higartil eru tvey bind útkomin, tey snúgva seg um tíðina fram til 1940. Í løtuni arbeiðir Hans Andrias við at skriva triðja bindið, og her er júst læknastríðið ein týðandi partur.