Tríggir av fremstu norðurlendsku rithøvundunum hava skrivað tekstirnar, ið verða lisnir upp í bókasavnsvikuni í ár. Tað eru John Ajvide Lindqvist (Svøríki), Lene Kaaberbøl (Danmark) og Andri Snær Magnason (Ísland).
Norðurlendska bókasavnsvikan verður hildin 8. - 14. novembur, og verður fyriskipað av Norrønu feløgunum í samstarvi við bókasøvn. Hetta er størsta tiltakið við upplestri í Norðurlondum, og millum tey størstu í heiminum. Síðsta ár høvdu yvir 2000 bókasøvn og skúlar upplestur samstundis úr teimum somu norðurlendsku tekstunum. Upplesturin fer fram í átta norðurlendskum og baltiskum londum.
Gandakendu Norðurlond
Evnið í ár er "Gandakendu Norðurlond" og kastar ljós á ævintýrsøgur, ræðusøgur og magiska realismu í Norðurlondum.
Tekstirnir, ið valdir eru til tey vaksnu, eru brot úr fyrndargomlu Vøluspá úr eldru Eddu og brot úr svensku metsølubókini Låt den rätte komma in.
Tey ungu hoyra brot úr heimskendu donsku ævintýrsøguni Dóttir Skammarans, meðan børnini hoyra brot úr nútímans íslendsku søguni Søgan um bláa knøttin.
Rithøvundarnir og tekstirnir í ár
Felags fyri rithøvundarnir í ár er, at allir hava útgivið heimskendar metsølubøkur.
John Ajvide Lindsqvists hevur skrivað ræðusøguna Låt den rätte komma in, og hon er útkomin í 30 londum og er eisini filmatiserað. Dóttir Skammarans eftir Lene Kaaberbøl er vorðin kult millum fjepparar av ævintýrsøgum yvir allan heimin, m.a. i Japan, og Søgan um bláa knøttin eftir Andri Snær Magnasons er týdd til 12 ymisk mál. Fjórði teksturin er Vøluspá úr eldru Eddu.
Ókeypis tilmelding
Bókasøvn, skúlar og feløg kunnu melda seg til at hava upplestur ella onnur tiltøk á heimasíðuni www.bibliotek.org.
Øll, sum melda seg til, fáa ókeypis plakatir og postkort, ið íslendska Sól Hrafnsdóttir hevur málað.
Tað ber eisini til at taka tekstirnar og hugskotsskrá niður frá heimasíðuni.