Samband Norrønu Felaganna, FNF, hevur sett 56 ára gamla finnan sum nýggjan skrivara. Hann tekur við eftir Kristín Ólafsdóttir, hvørs starvsetan gongur út í summar.
Henrik Wilén hevur drúgvar royndir í norrønum arbeiði, millum annað sum aðalskrivari fyri norrøna felagið í Finnlandi, Pohjola-Norden, stjóri fyri Nifin (Nordens institut í Finnlandi) og sum starvsfólk á finsku sendistovuni í bæði Oslo og Stockholm. Eisini hevur hann starvast sum blaðmaður á Hufvudstadsbladet.
- Vit fegnast um, at Henrik hevur tikið við starvinum. Við honum á liðinum fáa vit ein leikara, sum gjøgnum fleiri ár hevur víst sannan eldhuga fyri tættari norðurlendskum samstarvi, sigur forkvinnan í Foreningerne Nordens Forbund, Ragnheiður Helga Þórarinsdóttir.
Henrik Wilén byrjar í starvinum 1. august 2015.