Norrøna Felagið í Føroyum fegnast um, at Føroyar hava fingið ein norðurlendskan samstarvsráðharra, sum aktivt arbeiðir við at seta norðurlendsk mál á dagsskránna, og samstundis ger vart við føroysk viðurskiftir úti í Norðurlondum, ikki einans fyri teimum høgu harrunum í landsins stjórnum, men eisini fyri vanliga fólkinum.
Seinast nú um vikuskiftið, tá Annika Olsen, landsstýriskvinna, tók sær stundir at luttaka á ráðstevnu, sum systirfelag okkara í Göteborg í Svøríki skipaði fyri. “Norden i Stöpsleven” var heitið á ráðstevnuni, og sum einasta umboð fyri norðurlendsku stjórnirnar, vísti okkara landsstýriskvinna millum annað á týdningin av nógv tættari politiskum samstarvi millum Norðurlond, og at hetta verður gjørt best við sjálvsstøðugum føroyskum limaskapi í bæði Norðurlandaráðnum og Ráðharraráðnum.
Sum formaður fyri Norrøna Felagið í Føroyum er tað ein frægd at uppliva, at okkara áhugafelag verður tikið við upp á ráð, og at lurtað verður eftir teirri ráðgeving, sum vit fegin geva teimum, ið vilja lurta. Okkara visjón fyri Norðurlond er, at londini í framtíðini fáa eitt nógv tættari samstarv – so mikið tætt, at spurningurin um tjóðskap og landamørk í politiskum høpi sum frálíður kámast burtur.
Norrøna Felagið í Føroyum hevur tætt samstarv við hini norrønu feløgini gjøgnum samstarvsfelagsskapin FNF. Og tað var eisini í fullum forstáilsi við okkara felag, at aðalskrivari FNF’s á ráðstevnuni í Göteborg í vikuskiftinum gav føroysku landsstýriskvinnuni sín stuðul, hóast ein samtykt um hetta ikki er gjørd í formansskapinum hjá samstarvsfelagsskapi norrønu felaganna.
Í FNF eru Føroyar og Áland (og eisini Grønland, hóast einki virkið norrønt felag í løtuni) javnbjóðis limir við somu avgerðartyngd sum tey stóru londini, ið upprunaliga stovnaðu Norðurlandaráðið . FNF virkar sum ein felagsskapur við átta javnbjóðis sjálvstýrandi økjum, og ein sjálvstøðugur føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum fær tískil ikki stórvegis ávirkan á okkara samstarvsfelagsskap.
Tó so – í løtuni átaka føroyingar og álendingar sær ikki formansskapin í felagsskapinum, tí virkandi skipan er soleiðis orðað, at formaðurin skal vera úr sama landi, sum hevur formansskapin í Norðurlandaráðnum. Afturfyri eiga tær smáu tjóðirnar altíð annan næstformannin.
Við sjálvstøðugum føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum, koma Føroyar natúrliga eisini við í formansrotatiónina – í Norðurlandaráðnum og Ráðharraráðnum eins væl og í samstarvsfelagsskapinum hjá norrønu feløgunum, FNF.
Hallstein Sigurðsson,
formaður í Norrøna Felagnum í Føroyum
næstformaður í Föreningarna Nordens Förbund, FNF