OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Mikudagin 7. september 2016 er Norrøna Felagið við í spennandi filmssýning í Havnar Bio saman við Filmsfelagnum.

"Filmsdagar í Felag" eitur eitt tiltak, sum Filmsfelagið skipar fyri saman við øðrum feløgum. Fyrsti filmur í hesum átakinum í ár er saman við Norrøna Felagnum.

Vístur verður spennandi norski filmurin "Seinasti Kongurin", sum eitur "Birkebeinerne" á upprunamálinum. Mæti sámiski filmsskaparin, Nils Gaup, hevur leikstjórnað.

Árið er 1204, og í Noregi herjar borgarakríggj. Øðrumegin standa birkibeinar, hinumegin fíggindin, baglarnir, væl stuðlaðir av danakongi og pávakirkjuni. Tá birkibeinakongurin Håkon Sverresson doyr, halda øll, at ongin arvingi er til trónuna. Men tað vísir seg, at kongur átti ein son, og at barnið verður fjalt.

Fyri at bjarga lívið á dreingjabarninum verða tveir birkibeinar, Torstein Skelva og Skjervald Skrukka, sendir til Niðarósa við lítla dronginum. Teir verða valdir, tí teir eru bestir at standa á skíðum, tí fíggindin er í hølunum á teimum allan vegin.

Áðrenn filmssýningina heldur forkvinnan í Norrøna Felagnum, Turid Christophersen, BA í søgu, eina stutta innleiðslu.

Atgongumerki til filmin fáast í Havnar Bio.

Sí trailara til filmin her

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.