OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Fyrsta limakvøldið hjá Norrøna Felagnum henda veturin verður mikudagin 17. november kl. 19, tá evnið verður makrelur.

Nógv hevur verið sagt og skrivað um makrelfiskiskapin og makrelstovnin hesar seinastu mánaðirnar. Men vit hava ein illgruna um, at tað eru nógv, ið ikki reiðiliga vita, hvat trupulleikin snýr seg um.

Tí hava vit bjóða tveimum monnum, sum vita nógv um makrelstovnin og makrelsamráðingarnar, at greiða okkum frá hesum evni:
Jan Arge Jacobsen er tann føroyingur, ið hevur gjørt flest kanningar av makrelstovninum, og kann við lívfrøðiligum grundgevingum greiða frá, hví føroysku - og eisini íslendsku - krøvini viðvíkjandi makrelstovninum eru broytt hesi seinastu árini.
Andrass Kristiansen førir fiskivinnusamráðingarnar við onnur lond Føroya vegna. Hann er førur fyri at greiða frá, hvussu slíkar samráðingar fara fram, og hvat fyri politisk spøl og spælireglur, sum ganga fyri seg kring samráðingarborðið.

Kjak- og kunningarkvøldið um makrel er alment, og verður hildið í Perluni í Tórsgøtu mikukvøldið 17. november kl. 19.00

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.