OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Tað verður sama nevnd og formansskapur, ið kemur at leiða Norrøna Felagið hetta komandi árið.

Til aðalfundin, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 4. apríl 2013 stóðu 3 nevndarlimir fyri vali.
Eyrith Guttesen Leyni, Eyðun Húsgarð og Heri Á. Simonsen tóku øll við afturvali, og aðalfundurin valdi tey eisini aftur í nevndina í eitt nýtt tvey ára skeið. (Beint eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við sama formansskapi, tvs. Hallstein Sigurðsson er formaður og Eyrith Guttesen Leyni næstforkvinna).

Turið Christophersen og Rannvá Biskopstø vórðu afturvaldar tiltakslimir í nevndini, og somuleiðis vórðu Tórleivur Hoydal og Jens Marius Poulsen afturvaldir sum ávikavist grannskoðari og tiltaksgrannskoðari.

Aðalfundurin samtykti, at limagjaldið framhaldandi skal vera 120 krónur um árið. Tað kann rindast inn á konto felagsins í BankNordik: 6460-153.224.5

Á aðalfundinum upplýsti Hallstein Sigurðsson, at ætlaða uttanlandsferðin til Svøríkis í summar ikki verður til nakað, orsaka av vantandi áhuga. Ístaðin arbeiðir felagið nú við eini summarútferð í Koltur 22. juni.

Eftir aðalfundin greiddi Helgi Abrahamsen, løgtingslimur og limur í Norðurlandaráðnum frá aktuellum spurningum og viðurskiftum á norrøna politiska pallinum.

Klokkan 20 var væleydnað konsert við evnaríka sangaranum og sangskrivaranum Guðrið Hansdóttir (myndin).

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.