Í farnu viku vann filmurin "Louder than bombs" filmsvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Hetta hendi á gallasýning í konsertsalinum hjá Danmarks Radio í sambandi við at ársfundur Norðurlandaráðsins var í Keypmannahavn.
Nú sunnukvøldið 13. november verður høvi at síggja filmin í Havnar Bio. Tað er Filmsfelagið, sum skipar fyri sýningini, og í hesum sambandi fer Jan Berg Jørgensen at siga nøkur orð um filmin undan sýningini.
Eitt gott høvi hjá øllum norðurlendskt áhugaðum at uppliva dygdarfilm á hægsta norðurlendska støði.
Norðmaðurin Joachim Trier hevur leikstjórnað filmin, og hevur sjálvur skrivað leikritið saman við Eskil Vogt.
Filmurin er ensktmæltur við Gabriel Byrne, Jesse Eisenberg og Isabelle Huppert í høvuðsleiklutunum.