OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Leygardagin 10. desember kl. 11 til 15 skipar Norrøna Felagið saman við norðurlendingum í Føroyum fyri eini hugnaløtu í Reinsarínum.

Møguleiki verður fyri at kunna seg um, hvussu grannar okkara í Norðurlondum halda jól, og hvat tey seta í samband við jólahugna heima hjá teimum.

Norrøna Felagið hevur sett seg í samband við grønlendingar, íslendingar, norðmenn, sviar og danir, sum koma at vísa eitt sindur um, hvat hesi serliga seta í samband við jólahugna heima hjá teimum. Vit fóna framvegis at fáa samband við finnar og álendingar í Føroyum at vera við, men tað er ikki eydnast enn.

Onkur smakkiroynd verður at fáa, hugnaligur norðurlendskur jólatónleikur í hátalaranum, og so hava børnini møguleika at senda bræv við jólaynskjum til Jólamannin. Grønlendingar, sum búgva í Føroyum, taka ein postkassa við, og so syrgja tey fyri, at jólaynskini koma á rætta stað í Grønlandi í góðari tíð undan jólum.

Tiltakið er ókeypis

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.