Nordjobb er ein tænasta undir Norrønu Feløgunum, sum nú í yvir 30 ár hevur bjóða ungum norðurlendingum millum 18 og 28 ár spennandi feriustørv í øðrum Norðurlandi.
Á hvørjum sumri eru ungir norðbúgvar í Føroyum og átaka sær ymisk størv í longri og styttri tíðarskeið. Afturat pengunum, sum kunnu vinnast og upplivingunum av at arbeiðaí einum øðrum landi, verður eisini skipað fyri sosialum tiltøkum fyri tey ungu, eins og bústaður eisini er tryggjaður.
Hóast fleiri hundrað norðurlendsk ung á hvørjum ári gera brúk av hesi tænastu, so hevur talið av føroyingum verið avmarkað. Helst tí, at føroyingar, ið lesa uttanlands, helst vilja heim í summarfrítíðini, og tí ikki hava møguleika at fáa eitt Nordjobb.
Ongin føroyingur !!!
Í ár er heilt galið. Ongin føroyingur hevur meldað seg til enn, og tað halda fyrireikararnir vera serliga spell, og roynatí at gera vart við møguleikarnar í hesi skipanini. Samskipararnir av verkætlanini vísa á, at tey hava nógv størv, ið kundi verið áhugaverd og spennandi fyri ungar føroyingar, eitt nú við vakra Geirangerfjørðin í Noregi, innan ferðavinnuna í Álandi og finska skergarðinum og á flakavirkjum og bátum í Grønlandi, enntá eisini einum hotelli, ið verður rikið av føroyingi.
Nordjobb leitar eisini áhaldandi eftir arbeiðsplássum, ið eru áhugað at taka ein norðurlending inn í styttri tíðarskeið um summarið og út á heystið. Arbeiðstakarar eins og arbeiðsgevarar finna fleiri upplýsingar á heimasíðuni hjá Nordjobb, nordjobb.org