Grannamálsundirvísingin í føroyska skúlaverkinum verður til viðgerðar á almennum kjak- og kunningarfundi, sum Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri mikudagin 2. mars.
Norrøni málsamskiparin vitjar Norrøna Felagið og fundurin verður hildin í Norðurlandahúsinum kl. 19.00. Serligur gestur á fundinum verður norðurlendski málsamskiparin Bodil Aurstad, ið stendur á odda fyri einari serliga málkampanju, sum er í gongd í løtuni í øllum Norðurlondum.
Nýggjar námsætlanir fyri undirvísingina í føroyskum og donskum eru gjørdar, og hesum fer Sólvá Jónsdóttir, lærugreinaráðgevi á Landsmiðstøðini, at greiða nærri frá á fundinum, har tað eisini verður høvi til at spyrja nærri til námsætlanirnar.
Sólvá fer serliga at leggja dent á hvør ætlanin er við grannamálsundirvísingini, og hvørji krøv nú verða sett til hvat føroyskir næmingar í fólkaskúlanum og miðnámsskúlunum skulu duga av norðurlendsku málunum. Undirvísingin í norskum bokmáli og svenskum verður løgd undir fakið danskt, meðan íslendskt og nýnorskt verður tikið við í undirvísingina í føroyskum.
Eisini verður greitt frá um hvørji hjálparamboð lærarar kunnu brúka í undirvísingini av norðurlendskum grannamálum.
Hin framløguhaldarin verður norska Bodil Aurstad, ið virkar sum norðurlendskur málsamskipari. Hon hevur sitið í hesum starvi í eitt gott ár. Uppgáva hennara í løtuni er at samskipa eina norðurlendska kampanju, sum hevur til endamáls at fáa íbúgvarnar í Norðurlondum at skilja betur málini hjá hvørjum øðrum.
Londini hava frá Norrøna Ráðharraráðnum fingið eina upphædd til at betra um málstøðuna í hvørjum landi sær. Ein partur av pengunum, ið eru falnir Danmark í lut, skulu brúkast til at menna eina temasíðu um grannamál á føroyska undirvísingarportalinum snar.fo
Á fundinum í Norðurlandahúsinum 2. mars fer Bodil Aurstad at greiða frá hesi kampanjuni, eins og hon fer at greiða nærri frá hvørjir samskiftistrupulleikar eru millum norðurlendingar og geva nøkur boð um hvussu betrast kann um støðuna.