Uppgáva okkara er at geva fólksligu meiningini rødd og flog
Røðan sum Hallstein Sigurðsson, formaður, helt á 60 ára haldinum í Mettustovu fríggjadagin 18. novembur:
Sum formaður í Norrøna Felagnum, sum nú fyllir 60, skal eg bjóða tykkum vælkomin í Mettustovu.
Í hesum Manntals-tíðum kunnu vit siga, at tey fyrstu 50 árini, sótu bara menn, sum formenn í felagnum. Og av hesum seinastu 10 árum hava kvinnur sitið í 9 ár.
At Norrøna Felagið varð stovnað í Føroyum, var ikki nøkur sjálvfylgja. Danska Norrøna Felagið ætlaði at gera eina lokal-deild í Føroyum. Tað lótu fólk sær ikki linda, tóku seg um reiggj og stovnaðu eitt egið, sjálvstøðugt, føroyskt Norrønt Felag.
Okkara norrøna felag fekk limaskap í samgonguni av norrønum feløgum, Foreningene Nordens Forbund, og har eru vit enn. Í FNF hava vit fra fyrsta degi havt sjálvstøðugan limaskap. Og sita í dag í formanskapinum sum er mannaður við 3 fólkum.
Vit hava havt stór norrøn tiltøk her í landinum, onkuntíð størri enn nakað annað av teim stóru systirfeløgunum hevur kunnað bjóða uppá.
Til dømis hava vit okkurt árið havt fleiri Nordjobbarar í arbeiði enn Noreg og Danmark hava havt um somu tíð.
Vit liva í einum broytiligum heimi. Norrøna Felagið, bæði her í landinum og í grannalondunum, er ikki sama felag tá sum nú.
Ímeðan eru komin Norðurlandaráð, Norðurlendskt Ráðharraráð, Norðurlandahús, Norðurlendskt sjónvarpssamstarv og so framvegis. Tá hetta felag byrjaði sítt virksemi í Sjónleikarhúsinum her í býnum, var TAÐ húsið einasta fólksliga mentanarhús. Soleiðis er ikki longur.
Men fólksliga rótin, sum liggur til grund fyri øllum norrønu feløgunum, er aldri rivin upp ella nær námind útdeyð. Kanska stendur hon nakað í skugga í tí stóra norrøna urtagarðinum.
Okkara uppgáva, enn sum áður, er at hjúkla um henda norrøna urtagarðin á fólksligum støði.
At síggja til at fólkið verður hoyrt, men eisini at prika og provokera fólkið, so tað VIL verða hoyrt og seta meiningar fram í einum nørrønum høpi. Til dømis um málsligar spurningar og nýggjar samstarvsmøguleikar í Norðuratlandshavi, beint uttan um okkum. Kunnu vit til dømis hugsa okkum ett Útnorðurríki ella Ráð? Ella eitt NORA-ríki, har Strandanoreg og Útnorður eru saman, mentanarliga og politiskt?
Millum limirnar hava vit eftir førimuni roynt at bera fram hugsanina um eina nýggja norðurlendska samgongu, sæð við eygunum hjá einum granskara úr Svøríki. Á henda hátt royna vit at lata føroysku røddina verða hoyrda í tí stór norðurlendska kórinum.
Og júst soleiðis síggja vit best okkara leiklut: at geva fólksligu føroysku meiningini rødd og flog í tí stóra norðurlendska kórinum, sum ofta eisini verður avmyndað sum svanir á flogi.
Har eru vit enn. Sum Akka í Nils Holgarson. Enn á flogi. Og hóast vit fara um tey 60, og felagið ikki er tann mest sexuta villgásin, so vilja vit halda á í mong ár afturat á norrønum flogi.
Takk fyri tykkara part í hesi ætlan, sum byrjaði fyri 60 árum síðani. Skál fyri minst 60 árum afturat.
Myndir