OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Okkurt um 75 fólk møttu upp í Skálanum í Norðurlandahúsinum, tá svenski søgufrøðingurin Gunnar Wetterberg mikukvøldið 19. januar legði fram sínar tankar um eitt møguligt norðurlendskt samveldi.

Fyrilesturin varð fingin í lag í góðum samstarvi millum Norrøna Felagið og Norðurlandahúsið.

Við nógvari vitan og góðum innlivingarevnum greiddi svenski søgufrøðingurin frá um bakgrundini fyri, at hann fyri góðum ári síðan fór undir at arbeiða við tankanum um eitt tættari samband millum norrønu londini, og sannførandi megnaði hann lýsa allar teir fyrimunirnar, sum londini kundu havt við at funnið saman í einum samveldi.

Wetterberg ger sær ongar vónir um, at farast kann í gongd við at skipa eina slíka unión her og nú, men dreymar hansara eru, at tað kanska kann gerast ein veruleiki í 2030 til dømis. Men tað krevur eitt drúgt kanningararbeiði, fyrireikingararbeiði og ikki minst samráðingar um ymisk viðurskifti, ið skulu upp á pláss fyrst.

Gunnar Wetterberg vísti millum annað á, at hóast samstarvið millum norrønu stjórnirnar ikki hevur verið serliga tætt seinastu árini, so eru fleiri dømir um at vinnulívið í Norðurlondum í nógv størri mun arbeiðir tvørtur um landamørk nú, og eitt gott stað at byrja, helt Gunnar Wetterberg, var um norrønu londini skipaðu felags lóggávu á vinnulívs- og arbeiðsmarknaðarøkinum.

Wetterberg kom til Føroya seinnapartin mikudagin og fór av landinum aftur longu árla hósmorgunin, so hann náddi ikki at uppliva so nógv av landinum hesaferð. Kortini vóru stundir til eina vitjan í Løgtinginum og ein stuttan túr til Kirkjubøar, har hugt var eftir múrinum og kirkjuni.

Myndir

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.