Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri ráðstevna leygardagin 15. mai 2010 kl. 10.00 – 16.00. Øll eru vælkomin.
Orðstýrari er Elin W. Poulsen.
Evni fyri ráðstevnuna
Evni fyri ráðstevnuna er: Hevur Norrøna Felagið í Føroyum nakran tilverurætt?
Við at fara aftur til fólksligu røturnar skal norðurlendska samstarvið gerast viðkomandi og mennandi fyri vanliga føroyingin. Hvat fær føroyingurin burtur úr norðurlendska samstarvinum nú? Hvussu hevur Norrøna Felagið í Føroyum roynst frá byrjan til nú?
Kl. | Evni |
---|---|
10.00 | Vælkomin: Eyrith Guttesen Leyni, forkvinna í Norrøna Felagnum í Føroyum |
10.10 | Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna við mentamálum, setir ráðstevnuna. |
10.15 | Tónleikur: Hanus G. Johansen |
10.30 | “Foreningen Norden. Hvad vil vi?” Gestarøðari: Ragnheiður H. Þórarinsdóttir, forkvinna í Norrøna Felagnum í Íslandi og forkvinna í Foreningen Nordens Forbund |
10.50 | Kaffisteðgur |
11.00 | “Wanted: Norrøna Felagið í Føroyum (- Hava tey nakran tilverurætt?)”: Birgir Kruse |
11.20 | “Café Pantopia – transatlantisk interaktiv cafe”: Brynhild Næs Petersen og Hanne-Louise Johannesen |
11.45 | Frágreiðing um Nordjobb: Ann Ellingsgaard, Norðurlandahúsið |
12.00 | “Norðurlendskt ella enskt í millumnorðurlendskum samskifti”: Jógvan í Lon Jacobsen |
12.30 | Nordplus: Holger Arnbjerg |
12.40 | Matarsteðgur |
13.30 | Norðurlendsk matmentan: Leif Sørensen |
13.40 | Evni og hugleiðingar um tá Norrøna Felagið í Føroyum varð stovnað í 1951 og endurstovnað í 1975: Bárður Jákupsson |
14.00 | Evni og fólkslig mentan: Jóan Pauli Joensen, professari |
14.20 | Kjak |
14.45 | Tónleikur: Finnur Jensen |
15.10 | Vinarbýarsamstarv og Tórshavn: Jóan Petur Hentze |
15.20 | Norrøna Felagið á Eiði: Bettemi Egilstrøð |
15.30 | Norrøna Felagið í Leirvík: Ólavur Sjúrðarberg |
15.40 | Norrøna Felagið í Føroyum og Kungälv: Georg L. Petersen |
16.00 | Endi: Smurt breyð |
Í forhøllini eru básar har norðurlendskar tónleika- og bókaútgávur verða sýndar fram. Framsýnarar eru Plátufelagið Tutl og Landsbókasavnið.