Tað liggur eitt stórt virði í norrøna samstarvinum, kanska enn størri enn vit vanliga gera okkum far um.
Tað var niðurstøðan hjá Høgna Hoydal, tá hann mánakvøldið 30. januar tók saman um norðurlendska samstarvið í sambandi við, at tað 23. mars í ár eru liðin 50 ár síðan Helsingfors-sáttmálin varð undirskrivaður.
Høgni Hoydal, ið er útbúgvin søgufrøðingur, gjøgnumgekk norðurlendska samstarvið í einum søguligum høpi og fram til dagin í dag, og gjørdi eisini nakrar metingar um framtíðina hjá samstarvinum, har stóra avbjóðingin í løtuni kanska er, at londini eru meira áhuga í at samstarva við ES enn at samstarva sínámillum.
Tá Norðurlandaráðið byrjaði í 1952, og tá hetta varð staðfest í Helsingforssáttmálanum í 1962, var hetta nakað heilt serligt og óvanligt í heiminum. Kanska serliga sosial-konvensjónin og avtalan um passfrælsið, ið komu í gildi í fimmtiárunum, og sum eru galdandi enn tann dagin í dag.
Mest ítøkiliga úrslitið av samstarvinum, sum vit kenna í gerandisdegnum, er Norðurlandahúsið og norðurlendski Mentanargrunnurin, ið hava havt stóran týdning fyri serliga mentanarligu og listarligu menningina í Føroyum hesi seinastu árini.
Eftir fyrilesturin var kjakast um norrøna samstarvið, og føroyska leiklutin í hesum sambandi.
YouTube
Heri Á. Simonsen, nevndarlimur, tók fyrilesturin hjá Høgna Hoydal upp, og hann kann síggjast á leinkjuni niðanfyri:
Høgni Hoydal fyrilestur Helsingfors-sáttmálin
Myndir
