Ovurstórur áhugi var fyri fyrilestrinum um Læknastríðið í Klaksvík sum Norrøna Felagið bjóðaði til í Norðurlandahúsinum týskvøldið 23. oktober. So nógv fólk komu, at fleiri stólar máttu berast inn í Klingruna fyri at fáa pláss fyri øllum.
Tiltakið var sera væl eydnað. Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, helt ein áhugaverdan og spennandi fyrilestur um dramatisku hendingarnar, sum hendu í Klaksvík í fimmtiárunum.
Eisini vóru fleiri av fundarluttakarunum, sum nýggu høvið til at geva sítt íkast til læknastríðið.
Á slóðini niðanfyri sæst hvat heimasíðan hjá Fróðskaparsetrinum skrivaði um tiltakið. Eisini eru fleiri myndir frá væleydnaða kvøldinum.
Stórur áhugi fyri læknastríðnum