At uppliva og gerast partur av einum mennandi og spennandi altjóða undirvísingarumhvørvi! Ja, so hevur tú møguleika fyri at søkja um upptøku á United World College í Dali, sum liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen.
United World College Red Cross Nordic (UWC RCN) bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi, ið á sumri 2022 er liðugur í 1. flokki í eini gymnasialari miðnámsútbúgving, at taka eitt altjóða studentsprógv, kallað IB (International Baccalaureate) á einum altjóða studentaskúla í Dale í Noregi.
IB (International Baccalaureate) er ein altjóða gymnasial miðnámsútbúgving, ið tekur 2 ár. Eitt IB prógv gevur somu rættindi innan hægri framhaldslestur sum eitt føroyskt studentsprógv.
Endamálið hjá UWC RCN-skúlanum er at virka fyri altóða friði og burðadyggari framtíð. Hetta verður m.a. gjørt við, at næmingar úr umleið 80 ymiskum londum búgva og lesa saman í skúlanum.
Studni rindar skúlagjald umframt gjald fyri innivist í skúlanum. Hetta merkir, at umsøkjari ikki samstundis fær stuðul frá Studna sum útibúgvandi.
Ferð aftur og fram millum skúlan og Føroyar verður goldin sambært galdandi reglum hjá Studna. Upphæddin er í 2022 kr. 3.100,-
Nærri upplýsingar um skúlan fært tú við at venda tær til formannin í UWC Føroyar á telefon 555037 ella til lestrarvegleiðingina í skúlanum, har tú gongur. Tú kanst eisini finna fleiri upplýsingar um skúlan á hesi heimasíðuni: uwcrcn.no
Upplýsingar um skúlan eru eisini at finna á Facebook.
Umsókn um upptøku á UWC RCN, avrit av seinastu støðumetunum saman við einari frágreiðing um teg sjálva/n, ið skal skrivast í umsóknarblaðinum, skulu umvegis teldupost sendast
Umsóknarblaðið um upptøku á UWC RCN er at finna á heimasíðuni hjá:
Vegleiðingarstovuni vegleiding.fo
Reyða Krossi reydikrossur.fo
Undirvísingarstýrið undirvising.fo og
Norrøna Felagnum í Føroyum.
Umsóknarblað (docx 11 KB) um upptøku á United World College dowload her