OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

1. oktober 2015 skipaði Norrøna Felagið í Føroyum saman við systurfelagnum í Íslandi fyri væleydnaðari ráðstevnu um ungdóm og fólkaræði.

Ráðstevnan var í Norðurlandahúsinum, og var ein liður í aktivitetunum, sum vórðu fyriskipaðir í sambandi við, at Ísland hevði formansskapin í norðurlendska ráðharraráðnum í fjør.

Ísland roynir altíð – tá tey hava formansskapin – at leggja okkurt tiltak í Føroyum. Hesaferð gjørdist tað so henda ráðstevnan um ung og fólkaræði, ið varð fyriskipað saman við Norrøna Felagnum, og at ymsum orsøkum kom sjálvt tiltakið ikki í lag fyrr enn í ár.

Ragnheiður H. Þórarinsdóttir, landsforkvinna í Íslandi, Ásdís Eva Hannesdóttir, aðalskrivari, og Kristín Manúelsdóttir, verkætlanarleiðari, vóru komnar til Føroya at skipa fyri ráðstevnuni í tøttum samstarvi við Norrøna Felagið í Føroyum.

Røðu hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinna

Rigmor Dam, landsstýriskvinna við mentamálum setti stevnuna við hesi røðu:

Góðu luttakarar, fyrilesarar og fyrireikarar!

Eg takki fyri tann heiður, tit hava víst mær og Føroya Landsstýri við at bjóða mær at seta hesa ráðstevnu um hetta viðkomandi og háaktuella evnið, ungdómur og fólkaræði.

Í nýskrivaða samgonguskjalinum stendur at lesa, at “Førleikarnir at taka lut í fólkaræðinum eiga at verða styrktir frá barnsbeini gjøgnum skúla og útbúgving”. Hesin setningur er ikki tikin úr bláari luft, men er úrslitið av einum drúgvum kjakið millum okkum í samgonguni, eftir at vit tey seinastu árini hava havt eina uppliving av, at fólkaræðið føroyinga kundi havt betri kor.

Demokrati er so mangt. Tað er tann formellið og ítøkiligi stýriformurin við eini valskipan, har meirilutin ræður, og minnilutin vónandi eisini verður vardur. Hin parturin er tann meira óítøkiligi og óformelli, sum snýr seg um, hví og hvussu vit fremja fólkaræðisligan anda, herundir, hví taðer so umráðandi, at eisini ungdómurin tekur lut í fólkaræðinum?

Vit læra, at “ungur nemur, gamalur fremur”. Hetta er sjálvandi ein góð orsøk til, at tað hevur so nógv at siga fyri fólkastýri okkara, at ungfólk taka lut í fólkaræðinum, so skjótt sum aldur og førleikar loyva tí.

Men tað er í øllum førum minst tvær líka so týdningarmiklar orsøkir:

Onnur er, at ungfólk eru so lítið bundin av vanahugsan. Tey hava ikki enn vant seg við at síggja viðurskiftini úr somu sjónarhornum, sum vit tilkomnu, og so eru ungfólk so deiliga ótolin. Tingini skulu henda her og nú!
– Og okkum tørvar nógv frísk og ótolin íkast, so vit ikki sleppa at gera alt, sum vit plaga og halda fast við loysnir, sum kanska vóru góðar í mun til trupulleikar og avbjóðingar, sum vóru einaferð. Ungdómurin gongur tíbetur á odda við hugburðinum um, at “plagar er deyður” – og tað hava vit brúk fyri.

Hin orsøkin er, at bara við at luttaka, læra vit av álvara at síggja møguleikar og loysnir, og tá læra vit av álvara at virða skipanina og vera góð við hana.

– Ikki tí at tey ungu bara skulu læra at hugsa “sum hetta er gott!” og síðani lata alt um seg ganga. Nei, tvørturímóti, síggi eg framtil, at fleiri ung, av kærleika til skipanina, gerast meira atfinningarsom, seta fleiri krøv, seta fleiri spurnartekin og skjóta upp fleiri loysnir.

Eg trúgvi ikki, at nakað annað kann bera føroyska samfelagnum so stór, skjót og haldgóð framstig, sum ein virkin, atfinningarsamur og ótolin ungdómur. Tí tørvar okkum tær ungu røddirnar í politiska kjakinum, eins væl og í fakliga kjakinum.

Lúrandi hóttanin móti fólkaræðinum, sum stendst av, at ung í minni mun taka lut, er ikki nýggj – heldur ikki um okkara leiðir. Hetta sæst eitt nú í stóru norðurlendsku frágreiðingini um “Demokrati i norden” frá 2004.

Ungfólk sveima so at siga í samfelagsligum vektloysi, frá tí at tey ikki longur eru børn, til tey hava fest røtur, sum vit gera við at finna fast arbeiði, fáa maka, børn og so framvegis. Hesa tíðina hava ung serliga lítla tilelving til at taka lut í fólkaræðinum.
– Hetta er sum so onkinýtt.

Tað nýggja er, at bæði krøvini frá samfelagnum og tíðarrákið gera, at tíðarskeiðið í samfelagsligum vektloysi gerst alsamt drúgvari, við tað, alt fleiri eru longri undir útbúgving og festa røtur við maka, húsaláni og børnum seinni.

At tilkomandi ættarlið verða hildin so leingi føst í leiklutinum sum ungdómar kann gerast eitt vandamál í mun til fólkaræðið, um tey ikki verða eggjað til luttøku. Kalendarin lýgur sera sjáldan, tess eldri vit gerast, tess meira skal til, at fáa fólk at broyta vanar.

Tí mugu vit gera tað, vit kunnu, fyri at eggja ungdómum til luttøku, meðan tey enn eru og virka sum ungdómar.

Vanliga verður sagt, at valluttøkan í Føroyum er millum heimsins hægstu. Men vit hava tann heilt serliga bygnaðarliga trupulleika, at stórur partur av okkara ungu eru uttanlands í útbúgvingarørindum so nógv av sínum bestu árum. Tá ið tey standa við øðrum beininum í einum øðrum samfelag, er teirra valluttøka lægri enn hjá ungum annars. Við verandi, tungu mannagongd greiðir bert okkurt um annarhvør lesandi atkvøðu.

Her má vend koma í, tí okkum tørvar hvørja einastu spræknu, nýskapandi rødd, sum vit kunnu fáa fatur í. Ikki bara tá val er. Enn meira tørvar okkum íkastini til kjakið ímillum valini, íkastini til tann demokratiska andan.

Hvussu gera vit so tað? Eg veit ikki rættiliga, men loysnirnar munnu vera fleiri. Bæði læknalesandi og sálarfrøðilesandi hava verið við í hesum kjakinum. MFS – Meginfelag Føroyskra Studenta, hevur eisini tikið hesa avbjóðing í álvara við at flyta so stóran part av skipaða virkseminum út á netið, so fólk eru óheft av tíð og stað.

Hesi lata seg ikki forða av landamørkum og ferðaseðlaprísum, men hugsavna seg um fakligheitina, demokratiið og áhugamálini, sum savna, og skapa soleiðis einar størri, fakliga sterkari, og meira tilvitaðar Føroyar. Hetta er avgjørt leiðin at ganga: At hóast føroyskur ungdómur er uttanlands í lestrarørindum, kunnu tey framhaldandi taka lut í fólkaræðinum Føroyar, bæði fyri teirra egnu skuld, men sanniliga eisini, tí Føroyar tørva teirra virðismikla ungdómsíkast.

Sum áður nevnt, er tað ein grundleggjandi strukturellur trupulleiki at so stórur partur av okkara ungdómi er burturstaddur so leingi. Okkum nýtist ungdómsins frekleika, bráðlyndi, skapanarhug og dirvi.

Men tað er eisini so nógv annað, sum vit politikarar kunnu gera, og nógv hava vit longu sett okkum fyri at gera.

Her í Norðurlondum verður ofta sagt, at tað, at fólk hava stórt álit og tiltrúgv á politisku skipanina ger, at fólk eru so røsk at taka lut í fólkaræðinum, tí tey hava eina kenslu av, at tað ber til at gera mun. Men her síggja vit tíverri í fleiri kanningum – eitt nú í fokusbólkasamrøðum frá Heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur – at í hvussu so er millum ungar útisetar stendur so illa til við álitinum á politisku skipanina, at hetta mistreystið er ein høvuðsorsøk til, at fólk velja ikki at koma heim aftur.
– Hetta var lítið hugaligur lesnaður! Men tað góða við hesum døpru tíðindunum var, at her kunnu vit politikarar av álvara gera mun. Vit kunnu gera tað heilt uttan kostnaðarmiklar fyrireikingar og langar útgreiningar, tí tað einasta, sum krevst, er, at vit politikarar gera sum Michael Jackson sáli sang í "Man In The Mirror":

“….No Message Could Have
Been Any Clearer
If You Wanna Make The World
A Better Place
Take A Look At Yourself, And
Then Make A Change”

Tað er millum høvuðsmálini hjá hesi samgongu, og verður eisini nevnt fleiri ferðir í samgonguskjalinum: Tað er ikki nokk bara at taka rættar avgerðir. Vit mugu eisini endurskapa álitið á skipanina við at hava og virða greiðar mannagongdir, so ein og hvør veit, hvussu avgerðir verða tiknar, og eftir hvørjum meginreglum.

Og eitt aftrat: Avgerðir mugu eisini takast í tøkum tíma. Eg nevndi heildarætlanina um fólkaflyting og fólkavøkstur, ið sum heild er eitt gott og ítøkiligt álit, sum vísir á, hvat ber til, og hvussu tað kann verða framt. Trupulleikin er bara, at so lítið hendi – ella rættari: at landið gjørdi so lítið. Meðan vit longu síggja ágóðan av, at allir aðrir aktørar, sum verða nevndir í álitinum, í stóran mun hava framt tey átøkini, sum verða skotin upp, so hava landsmyndugleikarnir framt millum lítið og einki av teimum átøkunum, sum veruliga kosta at seta í verk. Ikki tí, orðini vóru stór, men so lítið er framt.

Eisini her hava vit sett okkum fyri at vend skal koma í: Orðini “....byggja og menna Fróðskaparsetrið, lestrarbý við tilhoyrandi bústøðum, granskingarkarmar og mentanar- og frítíðartilboð til ung lesandi” standa orðarætt soleiðis í samgonguskjalinum, og tit kunnu líta á, at tey verða ikki bara standandi har: Vit fara at blása lív í tey.
– Vit hava sett universitetsbýin í samgonguskjalið; men har verður hann ikki verandi: Longu um fá ár síggja tit hann eisini á Frælsinum!

Hetta fer at gagna luttøkuni hjá serliga ungum í fólkaræðinum á tveir hættir:

Heilt ítøkiliga, so fer eitt útbygt Fróðskaparsetur at geva okkum ta gávu, at fleiri ung lesa her heim, um ikki annað ein part av lestrartíðini, og tí kunnu virka í gerandislívinum her – og politiska skipanin noyðist at fyrireika seg til, at tey eru her!

Ein onnur styrki fyri fólkaræðið verður tá, at so hvørt, sum leikluturin hjá Fróðskaparsetrinum og granskingini verður styrktur, fáa vit fleiri, meira viðkomandi og betri undirbygd íkøst, bæði til samfelagskjakið og tíðindaflutningin. Hetta fer at eggja ungdómum at halda seg framat og at vera við til at seta dagsskránna, umframt at vit verða ríkað við føroyskt grundaðum tilfari, uppgávum og granskingarverkætlanum á fleiri økjum.

Eg legði fyri við at nevna, at samgonguskjalið sigur “Førleikarnir at skilja og luttaka í fólkaræðinum eiga at verða stryktir frá barnsbeini gjøgnum skúla og útbúgving.”

Eg havi nevnt tørvin á at styrkja álitið á skipanina, at eggja okkara útisetalesandi at luttaka í føroyska kjakinum og týdningin av at raðfesta tiltøk í heildarætlanini fyri fólkavøkstur, útbúgving, lestrarbústaðir og mentan, sum alt eru tiltøk, sum kunnu styrkja okkara unga og viðbrekna demokrati, eisini í framtíðini. Men skulu vit byrja frá barnsbeini av, so skulu dagstovnar og fólkaskúlin eisini á banan, eitt nú við at hava floksins tíma og samfelagsfak á tímatalvuni og at seta á stovn næmingarráð í øllum skúlum. Hetta eru alt mál, sum samgongan hevur sett sær - gylt mál, sum kunnu styrkja okkara fínasta felagsskap: Fólkaræðið Føroya.

Vegna Føroya Landsstýrið skal eg við hesum ynskja okkum øllum eitt gott, gevandi og úrslitaríkt tiltak, sum fer at bera væl útum daginí dag, í røttum demokratiskum upplýsingaranda her í Norðurlandahúsinum.

Myndir

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.