Nógv umrøddi svenski søgufrøðingurin og debatørurin Gunnar Wetterberg kemur í januar til Føroya at greiða frá um tankar sínar um norðurlendska ríkjasambandið. Tað er Norrøna Felagið og Norðurlandahúsið, ið skipa fyri almenna tiltakinum, sum verður í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 19. januar 2011.
Gunnar Wetterberg gjørdist ein tann mest umrøddi maðurin millum norðurlendskar politikarar eftir at hann í eini kronikk í svenska dagblaðnum Dagens Nyheter í oktober mánaða í fjør almannakunngjørdi sínar tankar um, hvussu hann helt, at Norðurlond eiga at skipa seg í framtíðini.
Wetterberg sá bara fyrimunir við at londini knýttast tættari hvør øðrum. Hann mælti líkafram til at endurskapa Kalmar Uniónina, og skjeyt enntá upp – eitt sindur í provokasjón – at Margretha II av Danmark kundi vera statsovasti í nýggja norðurlendska ríkjasambandinum, eins og fyrsta danska drotningin við sama navni var í Kalmar Uniónini.
Hetta hendi beint upp undir ársfundin hjá Norðurlandaráðnum, sum hildin varð í Ríkisdegnum í Stockholm.
Sjálvur hevði Gunnar Wetterberg ikki roknað við, at hansara kronikk fór at skapa slíkt endurljóð. Málið var tikið upp á forsætisráðharrastøðið beinan vegin, og evnið var viðgjørt í miðlum bæði innan fyri og uttan fyri Norðurlond. Gunnar Wetterberg er útbúgvin søgufrøðingur, hevur granskað og skrivað fleiri soguligar bøkur, hevur verið í uttanríkistænastu fyri svenska statin, og situr nú sum granskingarleiðari í Saco, sum er ein samanrenning av fleiri svenskum fakfeløgum fyri akademikarar.
Eftir kronikkina í Dagens Nyheter, gjørdist Gunnar Wetterberg ein nógv spurdur maður í øllum Norðanlondum. Fólk og felagsskapir vildu frætta nærri um hesar tankar hann hevur gjørt sær.
Wetterberg heldur, at tað er púra natúrligt, at norrønu londini skipa seg í einum tættari felagsskapi. Norðurlendingar, serliga skandinavar, skilja væl hvønn annan. Mentanin er lík, og saman vildu norðurlendingar tí staðið nógv sterkari, enn londini gera nú hvør sær onkur innan fyri og onkur uttan fyri ES.
Búskapurin hjá Norðurlondum samanlagdur er millum heimsin 10 til 12 sterkastu, á jøvnum føti við eitt nú Russland ella Brasilia. Gunnar Wetterberg heldur tí tað vera nátúrligt, at Norðurlond eru við kring borðið í eitt nú G20 felagsskapinum.
Í evropeiskum samanhangi vildi Norðurlond eisin verið betri hoyrd, um tey stóðu saman, tí við einum fólkatali upp á 25 milliónir, hevði tað ikki verið líka lætt at ignorera Norðurlond, sum tað eftir øllum at døma verður nú.
Hóast norðurlendsku forsætisráðharrarnir tóku avstand frá hesum tongum, eins og nógvir aðrir norrønir politikarar hava, so eru tankarnir hjá Wetterberg so mikið áhugaverdir, at norrøna ráðharraráðið bað Wetterberg útgreina sínar tankar. Og hesir vórðu so útgivnir í bók, sum varð løgd fram á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Reykjavík 1. november í ár. “Förbundsstaten Norden” eitur bókin, har Gunnar Wetterberg roynir at hyggja 30-50 ár fram í tíðina og greiðir frá hvussu hann metir at Norðurlond kunnu skipast í eitt ríkjasamband.
Hvar Føroyar og hini sokallaðu sjálvstýrandi økini eru í hesum sambandi verður ikki útgreinað í bókini. Wetterberg arbeiðir bara við teimum fimm norðurlendsku statunum, og viðvíkjandi sjálvstýrandi økjunum sigur hann, at hetta er ein at teimum týdningarmiklu spurningunum at loysa í samráðingunum um eitt ríkjasamband.
Tá bókin varð løgd fram í Reykjavík fekk Wetterberg eisini spurningin frá Høgna Hoydal, men valdi ikki at svara beinleiðis.
Kanska svenski søgufrøðingurin hevur eitt meira nágreiniligt svar at geva áhugaðum føroyingum tá hann 19. januar leggur sínar tankar fram í Norðurlandahúsinum.