OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Heimleiðisfundurin seinnapartin fríggjadagin 17. februar 2012 gjørdist eitt væl eydnað tiltak. Heilt fitt av fólki var komið - nógv við tilknýti til vinnulívið - at lurta eftir teimum mongu framløgunum á fundinum.

Tey, ið løgdu fram vóru Annika Olsen, landsstýriskvinna við norðurlandamálum, Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum, Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, Herálvur Joensen, leiðari fyri føroysku uttanríkistænastuni og Annita á Fríðriksmørk, samskipari av Halló Norðurlond.

Framløgurnar vóru á skandinaviskum eftir sum fleiri norrønir gestir vóru við á fundinum. Talan eru um stjórarnar/aðalskrivararnar í hinum londunum, sum vóru komin til Føroya í samband við at Foreningen Nordens Forbund, FNF, helt sín stjórafund í Føroyum.

Heri Á. Simonsen tók framløgurnar upp, og tær kunnu síggjast á leinkjunum niðanfyri.

Myndir

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.