Mánadagin byrjar árliga Bókasavnsvikan, har norðurlendskar bókmentir verða lisnar upp fyri yvir 200.000 børnum, ungum og vaksnum kring øll Norður- og Baltalond.
Ein føroysk bók verður í ár lisin upp fyri teimum størru børnunum, nevniliga "Skriva í Sandin" eftir Marjuna Kjelnæs.
Marjun Paturson hevur vegna Norrøna Felagið samskipa føroyska partin av tiltakinum.
Lesið meira á heimasíðuni hjá Bókasavnsvikuni