Í komandi viku (24. viku) vitjar lokalfelagið hjá Foreningen Norden í Frederikshavn í Føroyum.
Í hesum sambandi verður skipað fyri einum felags hugnakvøldi, har danskir og føroyskir limir í felagsskapinum hava møguleika at hittast.
Felags døgurða
Hetta verður hóskvøldið 17. juni 2010, tá skipað verður fyri einum felags døgurða í Mettustovu. Limir í Norrøna Felagnum í Føroyum eru vælkomnir at vera við. Kostnaðurin fyri døgurðan er 125 krónur, og neyðugt er at boða frá luttøku hjá forkvinnuni Eyrith Guttesen Leyni, :
tlf. 513784
áðrenn 13. juni.
Tiltakið í Mettustovu hóskvøldið 17. juni byrjar kl. 18.00
Meira kann lesast um Foreningen Norden í Frederikshavn her