Niðanfyri er formansfrágreiðingin, sum Hallstein Sigurðsson, formaður, helt á aðalfundi felagsins í Norðurlandahúsinum 27. mars 2012:

Kæru norrønu vinir.
Undanfarna árið hevur verið eitt hendingaríkt ár fyri Norrøna Felagið í Føroyum.

Loyvi mær at taka alt árið 2011 við, og minna aftur á januar mánaða í fjør, tá vit høvdu heiðurin av at hava svenska søgufrøðingin Gunnar Wetterberg á vitjan í Føroyum.

Hetta var stórt fyri okkum, tí Gunnar Wetterberg var – og er framvegis – ein nógv eftirspurdur fyrilestrahaldari eftir at bók hansara um norðurlendska eindarstatin varð løgd fram á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í november 2010.

Nærum øll lokalfeløg undir Norden-felagsskapinum hava roynt ella umhugsað at fáa Gunnar Wetterberg á vitjan. Eftirspurningurin var stórur, og svenski professarin mátti velja og vraka ímillum hvar hann fór.

Tað var tó eingin umhugsan frá hansara siðu, tá vit sendu fram fyrispurning um hann vildi koma til Føroyar at greiða frá sínum tankum. Hann tók av beinanvegin, og helt ein sera áhugaverdan fyrilestur um uniónstankarnar her í Norðurlandahúsinum. Tankarnir hjá Wetterberg um ein norrønan eindarstat eru framvegis høvuðs kjakmál í so at siga øllum norðurlendskum samanhangi. Norrønu feløgini hava tikið stig til at seta ein arbeiðsbólk av serfrøðingum at kanna og granska tankarnar nærri, og vit síggja við spenningi fram móti eini frágreiðing, sum kemur frá Center for Nordiske Studier, CENS, á universitetinum í Helsinki í næstum.

Her liggur eisini ein avbjóðing hjá okkum, sum eitt lítið Norrønt Felag. Higartil hava vit víst hugsjónunum áhuga, tí tankarnir hjá Gunnar Wetterberg skapa tiltrongt kjak um norðurlendska samstarvið.

Spurningurin er, um vit sum Norrønt Felag skulu fara at arbeiða aktivt fram móti eini norðurlendskari unión? Vit hava ikki tikið støðu til tann spurningin enn, men tað kundi verið áhugavert at kjakast um.

Í fjør høvdu vit eisini vitjan av norðurlendska málambassadørinum Bodil Aurstad, sum setti norðurlendska málspurningin í perspektiv á fundi her í Norðurlandahúsinum.

Bodil rósti føroyingum fyri at vera teir norðurlendingar, ið klára seg best av øllum málsliga. Men tað merkir ikki, at vit føroyingar ikki skulu vera varnir í málsligum spurningum. Sum norrønt felag eiga vit at vera vakin og ansa væl eftir, at yvirlýsingin í norðurlendsku málkonvensjónini um at øll skulu fáa undirvísing í grannamálum, verður yvirhildin.

Mest væleydnaða tiltakið hjá okkum í fjør, var til aðalfundin norðurlandadagin 23. mars, tá vit høvdu eina konsert aftaná. Fyrst við Hanus G. Johansen og síðan við grønlendska trubadurinum Rasmus Lybert.

Salurin í Norðurlandahúsinum var fullur, og vit fingu nógvan góðan respons fyri tiltakið. Eg skal í hesum sambandi eisini minnast til at nevna tað góða samstarvið, vit hava við leiðsluna í Norðurlandahúsinum, sum vísir sera stóra vælvild tá vit koma við fyrispurningum, og í samband við at veita okkum høli til tiltøk.

Summarútferðin í fjør gekk í Kalsoynna. Vit vitjaðu á Trøllanesi, og sóu spennandi smiðjuna har, vit gingu norð á Kallin - tíverri var sýnið einki serligt, so vit kundu ikki njóta útsýnið haðani.

Hinvegin skein sólin oman og niðan, tá vit komu til Mikladals, har vit gingu runt í bygdini og hoyrdu spennandi søgur haðani. Væleydnaði túrurin endaði við eini góðari máltíð í bygdarhúsinum á Húsum, har vit eisini merktu ein part av hugnanum á útoyggjastevnuni.

Eg kann siga, at nevndin í løtuni arbeiðir við, at summarútferðin í ár verður til Leirvíkar og Gøtur. Ætlanin er at vitja spennandi støð í hesum báðum bygdum, men eisini at ganga ein túr eftir fjallagøtuni millum bygdirnar. - Og vit arbeiða eisini við eini alternativari ætlan fyri tey, ið ikki hætta sær at ganga túrin.

Í heyst tóku vit lut í valstríðnum upp til løgtingsvalið, og kallaðu inn til veljarafund í Norðurlandahúsinum, har norðurlandasamstarvið varð tikið til viðgerðar.

Vit kundu gott hugsa okkum betri uppmøting, men eisini í hesum sambandi fingu vit afturmeldingar um, at tað var gott, at vit tóku upp slík mál. At vit halda fast í okkara aðalmáli, so at valstríð ikki enda í vanligum heimligum lokal- og nærpolitikki. Eg haldi, at tað eydnaðist okkum væl at fáa umboðini fyri flokkarnar at taka støðu til áhugaverdar norðurlendskar spurningar. Um nøkur atkvøða varð flutt tað kvøldið í Norðurlandahúsinum, er tó ein heilt annar spurningur.

Árið 2011 endaði við, at vit hátíðarhildu 60-ára dagin fyri stovnanina av Norrøna Felagnum. Hetta varð gjørt við eini sera væl eydnaðari móttøku í Mettustovu.

Nógv fólk nýttu høvið til at heilsa uppá, og serliga kundu vit frøast um, at bæði løgmaður og tvey landsstýrisfólk møttu upp, og nýttu høvið til at bera Norrøna Felagnum eina serstaka heilsan.

Eisini kom Stanley Samuelsen framvið og setti dám á dagin og hugnan í Mettustovu við at syngja nakrar norðurlendskar vísur.

Í ár hava vit so hildið ein kjak- og kunningarfund, har Helsingforsavtalan varð til viðgerðar. Høgni Hoydal, sum eftirhondini er ein veteranur í norðurlendskum politiskum arbeiði, greiddi livandi frá um bakgrundina fyri Helsingforssáttmálanum, og metti um møguleikarnar fyri framtíðini hjá Norðurlondum. Sera áhugavert kjak var um evnið eftir framløguna.

Í februar hildu vit so 60 ára veitsluna, sum varð hildin í Dansifrøi. Ætlanin var, at veitslan skuldi haldast í heyst, men ymiskt kom ímillum – tvey valstríð millum annað – og tí varð avgerð tikin um at flyta veitsluna til februar.

Í sambandi við veitsluna vóru stjórarnir fyri Norrønu Feløgunum í hinum londunum komin til Føroya at halda ein av sínum fundum. Stjórafundurin varð hildin í Jákupsstovu, har felagið hevur skrivstovu. Saman við FNF hildu vit eisini ein almennan kjakfund á Hotel Hafnia, har evnið var vinnulív og marknaðforðingar.

Kjakfundurin varð hildin í samstarvi við Vinnuhúsið, og millum tey, ið løgdu fram, vóru Annika Olsen, landsstýriskvinna við norðurlendskum samstarvsmálum, Johan Dahl, landstýrismaður við vinnumálum, Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum og Herálvur Joensen, stjóri í føroysku uttanríkistænastuni. Ein sera væleydnaður og ríkandi fundur í allar mátar, sum vit hava fingið rós fyri aftaná.

Nú vit nevna Anniku Olsen, so má eg eisini nevna, at vit í Norrøna Felagnum hava fingið eitt framúr gott samstarv við landsstýriskvinnuna við norðurlendskum málum.

Undan fundinum hjá Norðurlandaráðnum í farnu viku, høvdu vit ein fund við landsstýriskvinnuna, har vit tosaðu um samstarv millum ráðharran og Norrøna Felagið. Annika Olsen er sera áhuga í at brúka okkum sum hoyringspartnari í norðurlendskum málum, og hevur lovað at tikið stig til at tað javnan verður kallað inn til kunnandi fundar – eisini saman við tinglimunum – at viðgera mál, sum eru frammi í norðurlendska samstarvinum.

Konkret endaði fundurin við, at vit saman við landsstýriskvinnuni stóðu sum fyrireikarar av eini góðari móttøku á føroysku sendistovuni í Reykjavík seinasta hósdagin. Føroyingar í Reykjavík vóru bodnir við, og eisini luttóku umboð fyri Útnorðurráðið, fyri íslendska uttanríkisráðið og frá russisku ambassaduni í Reykjavík. Landsstýriskvinnan kunnaði um nýggja arktiska politikkin hjá landsstýrinum – Arktis var evnið á norðurlandaráðsfundinum - og sjálvur fekk eg høvi til at greiða frá tí arbeiðinum, sum vit gera í Norrøna Felagnum og í samstarvsfelagsskapinum FNF.

Tiltakið var so mikið væl eydnað, at vit longu hava avtala at arbeiða fram ímóti at gera eitt líknandi tiltak í Helsinki í sambandi við fundin í Norðurlandaráðnum har í oktober mánaða.

Í samband við FNF-formansfundin í Reykjavík í síðstu viku, høvdu vit báðir, formaðurin og skrivarin, eisini fleiri fundir við umboð fyri Norrøna Felagið í Reykjavík og landsfelagið í Íslandi, har vit avtalaðu at gera ein konkretan innsats fyri at fáa Grønland við í fólksliga norrøna samstarvið. Vit fara nú at søkja um pengar fyri at senda umboð til grønlands at eggja teimum til at seta á stovn eitt Norrøna Felag. Henda royndin verður gjørd fyri at Útnorður-økið kann styrkjast í FNF-samstarvinum, men eisini fyri at gera vart við Norrønu felagsrørsluna í samband við politiska arbeiðið, ið verður gjørt í Útnorðurráðnum.

Síðan seinasta aðalfund hevur nevndin fyri Norrøna Felagið hildið 8 fundir. Skrivarin hevur luttikið á 5 stjórafundum í FNF, og eg havi sum formaður luttikið á tveimum fundum millum FNF-formenninar.

Í ár eru Føroyar við í formansskapinum, tað vil siga, at eg eri annar av tveimum næstformonnum í FNF. Í FNF samanhangi hendir nógv spennandi fyri tíðina. Eitt nú er eitt breitt ynski um broyta viðtøkurnar fyri felagsskapin, og sjálvur síggi eg fram til at fáa høvi til at mynda framtíðina hjá FNF, nú formansskapurin hevur fingið til uppgávu at koma við uppskoti til hvørjar lógarbroytingar skulu gerast. Ætlanin er, at hesi broytingaruppskot skulu leggjast fram á komandi FNF-fundi, sum verður hildin í Helsinki í oktober.

Eg vil enda hesa frágreiðing við at takka fyri árið, ið farið er – seksti ára hátíðarárið hjá Norrøna Felagnum. Takk til Norðurlandahúsið fyri gott samstarv, til Mentamálaráðið fyri stuðul og til nevnd og skrivara fyri gott samstarv.

Eina serstaka tøkk vil eg senda til fyrrverandi forkvinnu felagsins, Caritu Bjørklund, sum hevur boðað frá, at hon ikki ynskir at halda fram í nevndini. Tú hevur gjørt eitt gott arbeiði fyri Norrøna Felagið, Carita, og vónandi vilt tú framvegis geva títt íkast og stuðla okkara arbeiði sum meinigur limur í felagnum.

Takk fyri

Hallstein Sigurðsson, formaður

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.