Eftir at Hallstein Sigurðsson flutti av landinum í vetur, hevur Turid Christophersen, ið kom inn í nevndina sum tiltakslimur, røkt formansstarvið.

Á aðalfundinum í Norðurlandahúsinum 23. mars varð Turid vald í nevndina saman við Brynhild Næs Petersen, ið varð afturvald. Síðan hevur nevndin skipað seg við Turid Christophersen sum forkvinnu og Eyrith Guttesen Leyni sum næstforkvinnu.
Hinir nevndarlimirnir í Norrøna Felagnum eru Eyðun Húsgarð, Heri Á. Simonsen og Brynhild Næs Petersen.

Ársfrágreiðing

Á aðalfundinum í Norðurlandahúsinum legði Turid Christophersen fram hesa frágreiðing fyri virki felagsins í farna ári:

Árið 2013 varð merkt av fáum lima tiltøkum – tíverri. Fleiri orsøkir er til tess, eitt nú at vísmannafrágreiðingin “Nordiska Gemenskaper” frá Center for Norden-studier í Helsinki – eins og víst varð á í seinastu formansfrágreiðig – ikki vísti seg at vera so visjónér, sum vit høvdu vænta og vóna.

Einasta limatiltakið í kalendaraárinum 2013 var konsertin við Guðrið Hansdóttir, ið varð hildin í Klingruni í Norðurlandahúsinum eftir aðalfundin 4. apríl. Hóast tiltakið varð lýst alment og ókeypis, so savnaði tað ikki fleiri fólk enn tey, ið vóru við á sjálvum aðalfundinum. Spell, tí tað var ein góð og hugnalig konsert.

Útferðin ífjør skuldi ganga í Koltur. Heilt fitt av fólki høvdu teknað seg, men tíverri var ikki møguligt at koma út í Koltur henda dagin. Veðrið var soleiðis háttað, at koltursbóndin ikki metti, at ráðiligt var at koma við ókunnufólki út íoynna, tí nógvur súgur var við lendingina.

Henda avgerðin varð ikki tikin fyrr enn vit øll stóðu á Gomlurætt búgvin at fara yvirum fjørð. Avgerð varð tí tikin um at fara út í Hest ístaðin, og hetta tilboðið tóku 14 av. Vit fingu ein sera hugnaligan dag í Hesti, har vit vórðu víst runtí bygdini og fingu góðar frágreiðingar um bygdarsøguna og søguligar hendingar frá Ruth Lyngvej, ið eisini útvegaði okkum høli í bygdarhúsinum at vera í og eta matpakkarnar, sum vit høvdu við. Á veg heim aftur fingu vit sera góða fiskasúpan umborð á Norðlýsinum.

Nevndin hevur tikið avgerð um at gera eina nýggja roynd at sleppa út í Koltur í ár. Túrurin verður á longsta degi, leygardagin 21. juni, og skráin verður nøkulunda tann sama. Tit frætta nærri um hetta í brævi seinni. Vónandi eydnast tað atkoma í Koltur hesaferð.

Eitt annað tiltak, sum felag okkara var við til at skipa fyri, var ein móttøka fyri føroyingar í Oslo í sambandi við at Norðurlandaráðið hevði fund í norska høvuðsstaðnum seinast í oktober.

Hetta var triðju ferð, at vit vegna landsstýriskvinnuna við norðurlandamálum, Anniku Olsen, vóru við til at skipa fyri eini móttøku fyri føroyingum uttanlands. Hesaferð var tiltakið gjørt í tøttum samstarvi við Norsk-Færøysk Lag, og var sera væleydnað.

Um 50 fólk vóru til staðar á Grand Hotel við Karl Johan gøtuna í Oslo. Serliga gleðiligt var tað, at so gott sum allir føroysku politikararnir, løgmaður, landsstýrismenn og embætisfólk, sum vóru í Oslo í sambandi við fundin í Norðurlandaráðnum, nýttu høvi at luttaka á móttøkuni.

2013 gjørdist eisini árið, tá Norrøna Felagið flutti bústað úr Jákupsstovu við Jóanes Patursonargøtu yvir í Lützenstrøð 4.

Ikki tí at vit vóru ónøgd við leigumálið í hugnaligu hølunum hjá Føroya Heilsuhjálparafelag. Men tíðliga í fjørsummar fingu vit ein fyrispurning frá Mentamálaráðnum um vit vóru áhugað í at luttaka í skrivstovufelagsskapinum á Lützenstrøð.

Talan er um bygningin, har NÁM helt til áðrenn tey fluttu niðan í Mentamálaráðið. Bygningurin hevði staðið tómur eina tíð, og nú hevði Listafólkasamband Føroya, LISA, fingið møguleika at vera har, men bygningurin var alt ov stórur.

Soleiðis spratt tankin at bjóða skrivstovuhølini út til aðrar felagsskapir, sum arbeiða á mentanarøkinum, og Norrøna Felagið saman við Mentanargrunninum, Fjølrit og nøkrum øðrum felagsskapum fingu tilboðið.

Okkum dámdi væl tankan, og tóku av beinanvegin. Hølini eru væl egnað til okkara tørv, og vit hava í størri mun enn í gamla leigumálinum møguleikar fyri at samstarva við teir felagsskapirnar, sum vit nú eru í skrivstovufelagsskapi saman við. At leigan eisini er nógv lægri, er bara ein eyka fyrimunur.

Í heyst gjørdist greitt, at felagið skuldi hava nýggjan formann, tá Hallstein Sigurðsson boðaði frá, at hann hevur tikið av starvstilboði í Nuuk í Grønlandi. Turid Christophersen, ið var innkallað sum tiltakslimur fyri Brynhild Næs Petersen í barsilsfarloyvi, varð vald til fyribils formann fram til aðalfundin.

Eftir ársskiftið hevur verið meira gongd á limatiltøkunum. Yvir 200 fólk vóru tilfyrilesturin í Norðurlandahúsinum um Føroyar í víkingatíð við Steffen Stummann Hansen, fornfrøðingi.

Og í ferbruar høvdu vit vitjan av norska søgugranskaranum Bård Frydenlund, sum helt ein fyrilestur í Norðurlandahúsinum um friðin í Kiel fyri 200 árum síðani og skipanina av norsku grundlógini. Oman fyri 150 fólk lýddu á.

Tað er eisini ómetaliga gleðiligt fyri okkum, at eitt ungmannafelag nú er stovnað, Norrøna Ungmannafelag Føroya. Umboð fyri Norrøna Felagið hjálptu til við stovnanini,og vit hava síðan saman hildið ein gevandi fund við Bjørn Kalsø, landsstýrismann við mentamálum um virkið hjá serliga ungmannafelagnum.

Nevndin hevur longu stungið út í kortið onkrar ætlanir fyri komandi ár. Sum sagt, so verður útferðin í Koltur, men vit ætla eisini at geva vart við okkum á norska tjóðardegnum 17. mai – við tað er 200 árið fyri norsku grundlógini, á mentanarnáttini í Havn og á Fólkafundinum, sum í ár verður í Runavík.

Evni, sum vit eisini ætla at taka til viðgerðar komandi vetur eru: 100 ár síðan at føroyskar kvinnur fingu valrætt, 100 ár síðan fyrri heimsbardagi brast á, nýggjá støði um at trojansku bardagarnir fóru fram á okkara leiðum, og so er spurningurinum føroysk matmentan er við at fara fyri bakka.

Nevndin helt 6 fundir í 2013 – 31. desember 2013 vóru 211 limir skrásettir í felagnum.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.