Formansfrágreiðing fyri árið 2007 og ætlan fyri 2008

Vit byrjaðu árið við einari væl eydnaðari opera- og mentanarferð til Reykjavíkar í februar, har Høgni, felagsskrivari, var við sum ferðaleiðari.
Tey sjey, sum vóru við, vóru sera væl nøgd og harafturat var veðrið gott allar dagarnar í íslendska høvuðsstaðnum.

Aðalfundurin 2007

Aðalfundurin 2007 var 28.mars í Norðurlandahúsinum. Eyrith Leyni og Kári á Rógvi vórðu afturvald í nevndina. Carita Björklund bar seg undan afturvali, og fyri hana varð valdur Jóanes N. Dalsgaard.
Tiltakslimir eru 1. Carita Björklund og 2. Margretha Næss.
Nevndin skipaði seg við Eyrith Leyni sum forkvinnu og Hallsteini Sigurðsson sum næstformanni.

Ymisk tiltøk

Formansskapurin í FNF, meginfelagnum hjá Norrønu feløgunum, hevði fund í Føroyum fyrst í juni. Fundurin var leygardagin 02. juni og sunnudagin 03. juni í húsinum hjá Starvsmannafelagnum.
Umboð vóru úr Danmark, Finnlandi, Íslandi, Norra, Svøríki, Álandi og Føroyum.
Á fundinum fyrrapart leygardagin løgdu Høgni Hoydal og Jógvan við Keldu fyri um evnið Útnorður kontra Baltalondini.
Borgarstjórin bjóðaði ein góðan bita í móttøkuhúsinum hjá Tórshavnar kommunu á middegi leygardagin, og meðan Føroyar og Italia spældu á Tórsvølli, ótu FNF-fólkini døgurða í Kirkjubø.
Á leiðini á flogvøllin sunnudagin fóru Hallstein og Høgni við teimum til Gásadals, har borðreitt varð úti við turrari grind, turrum fiski og spiki, føroyskum øli og svenskum snapsi, meðan Hanus G. Johansen sang fyri teimum og gav teimum hvør sína fløgu, "frå leddiken."
Útlendsku gestirnir hava tosað nógv um fundin í Føroyum. Tey vóru væl nøgd.
Í FNF hevur Norrøna Felagið í Føroyum lagt dent á at fáa Grønland við aftur í samstarvið. Josef Motzfeldt kemur á næsta fund í formansskapinum í Gotlandi í mai 2008, og tað fegnast vit um.
Aftur í 2007 skipaði felagið saman við Margarinfabrikkini fyri føroyskari luttøku í Norðurlendsku summarleguni í Hillerød. Felagið stuðlaði við pengum. Seks gentur og tveir vaksnir leiðarar vóru úr Føroyum.

Útferðin

Túrurin til Múla var fínur. 23 fólk vóru við. Veðrið var gott, ikki nógv sól, eitt sindur kalt í lotinum. Tað var ikki meira enn, at bussurin kundi koma gjøgnum bergholini har norðuri. Har var ikki nógv at geva av, men bussførarin var góður og kláraði tað væl. So var tað Múlavegurin, so smalur við so stórum bussi, eisini tað kláraði okkara góði bussførari væl. Frásøgumaður okkara var Óla Christian Heinesen, sum er føddur og uppvaksin í Múla, men nú býr í Klaksvík.

Vitjanir

Cafe Norden hjá FNU var í Føroyum 19.- 21.oktober 2007.
Hetta er fyrstu ferð, at Cafe Norden er í Føroyum.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.