Týskvøldið 25. oktober verður forvitnisligt søgukvøld í Norðurlandahúsinum, har norska forlagið Saga Bok saman við Námi og Fróðskaparsetri Føroya fara at greiða frá Flateyarbók og Føroyingasøgu.
Sigmundur og Tróndur eru saman við Sverra kongi stórmenni í Flateyarbók og týðandi partur av norrøna mentanarfelagsskapinum. Størsta íslendska skinnbókin, sum áður bara hevur verið atkomulig á norrønum og latínskum máli, verður nú givin út á norskum. Arbeiðið hjá Saga Bok at geva út og kunna um íslendingasøgurnar er av størstu verkætlanum á økinum í Norðurlondum, og er við til at blása nýtt lív í gamla mentanararvin og felagsskapin.
Torgrim Titlestad, søgufrøðingur, fer at greiða frá stórverkinum, sum eisini rúmar Føroyingasøgu. Ein lítil framsýning verður av myndum úr norsku skreytútgávuni, og Eivind Weyhe greiðir frá um nýtýðingina av Føroyingasøgu, ið Nám gevur út.
Skrá
▪ Vælkomin (Wenche Andreassen og Bård Titlestad)
▪ Tónleikur (Hallvard T. Bjørgum spælir hardinger violin)
▪ Innleiðandi røður (Stuttar røður í sambandi við gávuhandan av Flateyarbók (3bind))
▪ Bård Titlestad greiðir frá um Saga Bok og arbeiðið at breiða út og varðveita íslendingasøgurnar
▪ Torgrim Titlestad, søgufrøðingur, greiðir frá um Flateyarbók
▪ Tónleikur (Hallvard T. Bjørgum spælir hardinger violin)
▪ Steðgur – kaffi og høvi at hyggja at framsýningini við myndum úr norsku útgávuni
▪ Um at myndprýða íslendingasøgur, Ólavur Halgi í Flateyarbók (Anders Kvåle Rue greiðir frá)
▪ Um at týða Føroyingasøgu (Eivind Weyhe greiðir frá)
▪ Endi (nøkur orð)