Fyrilestur við norska søgugranskaranum Bård Frydenlund verður í Norðurlandahúsinum týskvøldið 11.februar 2014 kl. 19.00

200 ár liðin

Í ár eru 200 ár liðin síðan stríðandi partarnir í Napoleonskrígnum hittust í norðurtýska býnum Kiel fyri at skriva undir friðarsemju. Karl Johan, krúnprinsur av Svøríki hevði, saman við russum, hersett Holstein og Slesvík, meðan danakongur, Fríðrik VI, stóð á tapandi síðuni saman við Napoleon keisara av Fraklandi.

Úrslitið av friðarsamráðingunum í Kiel gjørdist millum annað, at danakongur mátti lata Noreg, sum hevði verið undir donskum valdi síðan 1380, frá sær til svenskt vald. Men Danmark slapp tó at varðveita valdið yvir Føroyar, Ísland og Grønland, ið eisini vórðu komin undir donsku trónuna saman við Noregi í 1380.

Friðurin í Kiel verður sagdur at vera byrjanin til tað væleydnaða politiska og fólksliga samstarvið, sum vit í dag kalla Norðurlond (Norden).

Friðarsáttmálin í Kiel hevði við sær, at norðmenn við grundlógarsamlingini á Eidsvoll kravdu sjálvstýri 17. mai sama ár, og eftir eitt stutt stríð við sviakong, kom grundlógin frá Eidsvoll seinni á árinum at galda í samveldi við Svøríki.

Síðan tá hava Norðurlond, stórt sæð, livað í friði og semju.

Týskvøldið 11. februar verður høvi at hoyra norska søgugranskaran Bård Frydenlund greiða frá spennandi politisku stórhendingunum fyri 200 árum síðani. Bård Frydenlund hevur granskað og hevur stóra vitan um tað, sum hendi undan og eftir 17. mai 1814, og hevur latið úr hendi hópin av greinum og fakbókum um evnið. Í sambandi við 200 ára hátíðarhaldið fyri grundlógina, gevur norska Gyldendal-forlagið í mai út bókina hjá Frydenlund, “Spillet om Norge – Det politiske året 1814”.

Á fyrilestrinum kemur norski søgufrøðingurin eisini inn á viðurskiftini, sum gjørdu, at donsku ognirnar í Norðuratlantshavi ikki vóru við í býtinum við svenska kongin.

Fyrilesturin við Bård Frydenlund verður týskvøldið 11. februar 2014 kl. 19.00. Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.