Fyrilestur við Steffen Stummann Hansen í Norðurlandahúsinum um mentan og samleiki í víkingatíð verður týskvøldið 14. januar 2014.
Hóast Føroyar í víkingatíð (uml. 800-1050) lógu í útjaðaranum av tí tá kenda heiminum kring evropiska meginlandið, vóru oyggjarnar ikki so avbyrgdar, sum vit hava lyndi til at halda.
Í eldri víkingatíð vóru íbúgvarnir í Føroyum partur av einum umfatandi samskiftisneti, har tíðindi, hugmyndir og mentanarrembingar ferðaðust millum lond skjótari enn nakrantíð áður. Heimurin gjørdist minni, og sjónarringurin hjá menniskjunum størri.
Tað er hetta, sum fyrilesturin hjá Steffen Stummann Hansen, fornfrøðingi, snýr seg um. Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri tiltakinum, sum verður í Norðurlandahúsinum komandi týskvøld.
Við støði í víkingaútgrevstrum, sum táverandi landsantikvarur, Sverri Dahl, stóð fyri í eitt nú Kvívík, Fuglafirði og Tjørnuvík og útgrevstrum, sum Stummann Hansen sjálvur hevur staðið fyri, fer fornfrøðingurin at lýsa mentanina og samleikan, sum myndaði tilveruna hjá føroyingum í víkingatíð.
Greitt verður eisini frá søguliga veruleikanum í Evropa um tað mundið. Um Karolingiska ríkið í vestara parti av Mið- og Suðurevropa, um Rómverja-kirkjuna, sum røkk upp til Onglands og Norðurlond og so um keltisku mentanina, serliga í Írlandi, har kirkjan ikki í nakran serligan mun var ávirkað av rembingunum á evropeiska meginlandinum, og tí varðveitti sína siðbundnu mentan og skipan við kleystrum, har kristin søktu einsemi á oydnum og fjarskotnum plássum fyri at dyrka Guð.
Fyrilesturin við Steffen Stummann Hansen fornfrøðingi, verður í Norðurlandahúsinum týskvøldið 14. januar 2014 kl. 19.00. Tiltakið er alment og ókeypis.