Frágreiðingin til aðalfundin 4. apríl 2013 hjá Hallstein Sigurðsson, formanni:

Kæru norrønu vinir,

Undir formansfrágreiðing mínari fyri góðum ári síðan, brúkti eg væl av tíð til at hugleiða um framtíðina hjá Norðurlondum, serliga út frá teimum tonkum, sum svenski søgufrøðingurin Gunnar Wetterberg hevði gjørt sær í bókini “Forbundsstaten Norden”.

Vit høvdu jú tann heiður at fáa mannin sjálvan á vitjan her, so hann kundi greiða frá sínum spennandi tonkum. Okkara systirfelagsskapur Meginfelag Norrønu Felaga, FNF, setti sær fyri at arbeiða víðari við hesum tonkum, og bóru fram eina áheitan á Norðurlandaráðið um at lata serfrøðina sleppa framat, og spæla sær víðari við tankanum um at leggja lunnar undir, at Norðurlond fáa møguleika at ganga saman í eitt samveldi einaferð í framtíðini.

Center for Nordiske Studier við professaranum Johan Strang á odda fekk uppgávuna at kanna málið, og úrslitið varð givið út í eini bók, sum kom út á 60 ára fundinum hjá Norðurlandaráðnum í Helsinki seinast í oktober í fjør.

Nevnd og formansskapur í føroyska Norrøna Felagnum sóu við spenningi fram móti hesi bókaútgávu. Vit høvdu líkasum sett okkum fyri, at evnið skuldi á dagsskrá hendan veturin, og at vit kundu skipa fyri kveikjandi kjakfundum um norrønu framtíðina, kanska við spennandi útlendskum gestum – onkur hálv avtala varð eisini gjørd við áhugaverd fólk, ið vóru sinnað at koma til Føroyar atgreiða frá.

Men eg má siga, at tá henda sokallaða Visjónin fyri samstarvið – bókin hevði heitið “Nordiska Gemenskaper” – varð løgd fram, mistu vit líka sum pippið.

Tað vísti seg at vera ein keðilig og lítið áhugaverd gjøgnumgongd av politiska veruleikanum, og sokallaðu “visjónirnar” fyri norrønu framtíðina vóru ikki serliga spennandi. Tað varð ikki málað við sama poetiska pensli, sum Gunnar Wetterberg hevði gjørt, og úrslitið sæst í dag. Kjakið um eitt tættari norðurlendskt samstarv í framtíðini hevur fingið eitt skot fyri bógvin – tað er als ikki líka spennandi longur.

Eg sum formaður gjørdi tí av, saman við skrivaranum, beinanvegin at orða eina almenna viðmerking, har vit serliga gjørdu greitt, at vit avgjørt ikki vóru nøgd við, at tær smáu tjóðirnar – tey sokallaðu sjálvstýrandi økini – als ikki vóru nevnd í bókini. Vit gjørdu eisini vart við, at rithøvundarnir til bókina ikki høvdu ómakað sær so mikið, sum at spyrja ein einasta føroying eftir, hóast yvir hundrað serfrøðingar vóru nevndir í keldulistanum. Viðmerkingin varð send føroysku fjølmiðlunum, og okkara norðurlendsku samstarvsfelagar vórðu eisini kunnaðir um okkura meining.

Vónbrotið yvir hetta er tí ein av orsøkunum til, at Norrøna Felagið í vetur ikki hevur skipað fyri so nógvum tiltøkum, sum vit frammanundan høvdu ætlað. Vónandi kunnu limirnir umbera okkum tað.

Árið í fjør byrjaði annars væl við FNF-stjórafundi í Føroyum, einum seminari fyri vinnulívsfólki á Hotel Hafnia og einari framúr væl eydnaðari 60ára stovningarveitslu í Dansifrøi.

Í heyst høvdu vit so eitt tiltak, sum so at siga sprongdi allar teir karmar, sum Norrøna Felagið annars er vant við.

Vit bóðu søgufrøðingin Hans Andrias Sølvará koma og greiða frá um Klaksvíksstríðið í fimmti-árunum. Tað gjørdist eitt væleydnað og stak áhugavert kvøld í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Men vit høvdu als ikki væntað, at evnið hevði so stóran áhuga millum fólk. Onkur metti, at millum 230 og 250 fólk vóru til staðar – tað má vera tað fólkaríkasta tiltakið, sum Norrøna Felagið hevurskipað fyri yvirhøvur.

Árið 2012 var annars merkt av, at orkan hjá formansskapinum í størri mun enn vanligt varð brúkt til at arbeiða politiskt og at skipa fyri tiltøkum uttanlands.

Annika Olsen, landsstýriskvinna við norðurlandamálum, var jú gestur á aðalfundi okkara fyri einum ári síðan, har hon greiddi frá sínum tankum um norrøna samstarvið.

Hon legði upp til samstarv við Norrøna Felagið, og eg má sum formaður siga, at hon hevur hildið sítt orð. Hennara áhugi fyri okkara felag og at lurta eftir okkara meiningum hevur verið fyrimyndarligur.

Í fjør vár høvdu vit ein læruríkan fund við ráðharran og hennara embætisfólk, og tað endaði við, at vit stóðu sum fyriskipari av eini stak væleydnaðari móttøku á føroysku sendistovuni í Reykjavík í sambandi við temafundin hjá Norðurlandaráðnum í mars mánaði í fjør.

Føroyingar í Íslandi, ið høvdu áhuga í at heilsa upp á ráðharran, vóru bodnir við, eins og fólk í íslendska høvuðsstaðnum við áhuga fyri Føroyum og norrønasamstarvinum. Annika Olsen segði nøkur orð, og sjálvur fekk eg eisini høvi tilat greiða frá okkara felag, og hvat vit standa fyri.

Eg var ovfarin av áhuganum fyri tiltakinum. Har vóru umboð fyri russisku sendistovuna, og eisini onkur frá íslendska diplomatiska korpsinum við umframt heilt nógvir føroyingar, búsitandi í Reykjavíkar-økinum.

Vit skipaðu, saman við Anniku Olsen, fyri einum líknandi tiltaki í einumsíðubygningi til finska ríkisdagsbygningin í Helsinki í samband við regluligaársfundin hjá Norðurlandaráðnum í vetur. Hetta varð fyriskipað í tøttumsamstarvi við systirfelag okkara í Finnlandi, Pohjola-Norden. Eisini eitt væleydnað og hugnaligt tiltak, men tíverri ikki eins væl vitjað, og í Íslandi.

Tíverri kiksaði árliga summarútferðin hjá okkum í fjør. Felagið lýsti við einumgo gongutúri úr Leirvík til Norðagøtu – á Krists Himmalsferðardegi, sum í fjørvar norska tjóðardagin 17. mai.

Tíverri mátti túrurin avlýsast orsaka av vantandi áhuga. Tað skal sigast,at várið í fjør var kalt, og serliga fyrra helvt av mai mánaða lokkaði ikki fólk at fara í fjøllini at ganga, tí liggjandi lágættin seinkaði sumrinum nógv. Tað vit hava lært av hesum er, at hálvur mai helst er ov tíðliga at fara eina summarútferð – og – at ganga brattar gøtur kanska ikki er so innbjóðandi fyri okkara limir.

Tey, ið høvdu teknað seg til túrin, nýttu ístaðin høvið til at vera við á serrligari samkomu í Norðurlandahúsinum í sambandi við at norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, vitjaði Føroyar á sjálvum norska tjóðardegnum. Eitt hátíðarligt mentanarligt upplivilsi.

Felagið hevur fyrr boðað frá, at arbeitt verður við at fara eina uttanlandsferð í ár. Men til slíkar ferðir krevst, at áhugi er til staðar. Eg má í hesum samanhangi staðfesta, at vit ikki hava møtt stóra áhuganum at vera við til eina ferð til svenska høvuðsstaðin í juni mánað, og at nevndin tí hevurtikið avgerð um at sleppa ætlanini. Tíverri.

Síðuleypandi hava vit so arbeitt við eini spennandi útferð innanoyggja. Og í summar verður útferðin í Koltur. Vit ætla at leiga ein bát at flyta okkum tvørtur um fjørðin, og so fara vit at uppliva oynna, sum liggur so nær og tó fjarskotin at sleppa til, saman við staðkendum fólki, sum kann fortelja okkumum søguna hjá Koltri og vísa okkum runt, serliga í teimum gomlu býlingunum, ið nýliga eru gjørdir ístand. Tit frætta meira um hetta í brævi seinni.

Eg fari her at enda hesa frágreiðing við at takka fyri árið, ið farið er. Ein serstøk tøkk til Norðurlandahúsið fyri gott samstarv, til Mentamálaráðið fyri peningaligan stuðul og til nevnd og skrivara fyri gott samstarv.

Takk fyri

Hallstein Sigurðsson

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.