Norðurlendska herðaklappið varð í dag latið Kórsambandi Føroya fyri teirra arbeiði at gera vart við norðurlendska sangskattin í Føroyum.

Í dag, 23. mars, er norðurlandadagur – tað er dagurin tá Helsingforssáttmálin, eisini róptur grundlógin hjá Norðurlondum, varð undirskrivaður.

Norrøna Felagið í Føroyum brúkar henda dag til at geva eitt norðurlendskt herðaklapp. Hetta var fimta árið, at herðaklappið varð latið.

Turid Christophersen, forkvinna í Norrøna Felagnum, segði til handanina, at tað er avgerðin hjá Kórsambandinum um, at øll kór skulu syngja norðurlendskt á Kórfestivalinum í ár, sum er orsøkin til at herðaklappið verður latið Kórsambandinum. Kórfestivalurin verður hildin í Løkshøll í Runavík 10. og 11. mai.

Í ár eru hundrað ár síðan, at tey fyrstu Norrønu Feløgini vórðu stovnað í Danmark, Noregi og Svøríki. Árið verður hátíðarhildið um øll Norðurlond í ár. Stóra hátíðarhaldið verður hildið í Keypmannahavn á sjálvum stovningardegnum, 15. apríl, við einum stórum konserttiltaki í konsertsalinum hjá Danmarks Radio. Tiltakið verður varpað til øll Norðurlond. Og tað er júst hetta 100 ára haldið, sum Kórsambandið hevur loftað við avgerðini um bert at syngja norðurlendskt á Kórfestivalinum.

Norrøna Felagið fegnast um hesa avger, og ynskir tí at geva Kórsambandinum herðaklappið 2019.

Hetta var fimta árið, at Norðurlendska Herðaklappið varð latið. Undanfarnu árini hava hesi fingið herðaklappið:

2015: Ragnar A. Jacobsen, útvarpsvertur
2016: Leif Sørensen, kokkur
2017: Torbjörn Nyström, stigtakari til svensk-føroyska orðabók
2018: Sissal Kjartansdóttir Kristiansen, sniðgevi

MYND:
Kári Mikkelsen og Arina Bischoff, nevndarlimir í Kórsambandi Føroya, saman við Turid Christophersen, forkvinna í Norrøna Felagnum

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.