At uppliva og gerast partur av einum spennandi og mennandi altjóða skúlaumhvørvi! Ja, so hevur tú møguleika at søkja um upptøku á United World College í Dale Kommune, sum liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen.

Næmingar úr umleið 80 ymiskum londum

United World College Red Cross Nordic (UWC RCN) bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi at taka altjóða miðnámssprógv, kallað IB (International Baccalaureate), á einum altjóða miðnámsskúla í Dale Kommune í Noregi. Treytin fyri at søkja er, at tú á sumri 2023 hevur lokið fyrsta árið í eini 3 ára gymnasialari miðnámsútbúgving.

IB (International Baccalaureate) er ein altjóða gymnasial miðnámsútbúgving, ið tekur 2 ár. Eitt IB prógv gevur somu møguleikar innan hægri framhaldslestur, t.e universitet og líknandi, sum eitt føroyskt miðnámsprógv.

Endamálið hjá UWC RCN skúlanum er, at útbúgving skal vera við til at fremja frið, sátt og eina burðadyggari framtíð. Hetta verður m.a. gjørt við, at næmingar úr umleið 80 ymiskum londum búgva og lesa saman í skúlanum.

Studni rindar fyri innivist

Studni rindar skúlagjald umframt gjald fyri innivist í skúlanum. Hetta merkir, at umsøkjari ikki samstundis fær stuðul frá Studna sum útibúgvandi.

Ferð aftur og fram millum skúlan og Føroyar verður goldin sambært galdandi reglum hjá Studna. Upphæddin er í 2023 kr. 3.100,-

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar um skúlan fært tú við at venda tær til formannin í UWC Føroyum, Claus Reistrup, á telefon 55 50 37 ella til lestrarvegleiðingina í skúlanum, har tú gongur. Tú kanst eisini finna fleiri upplýsingar um skúlan í Noregi á hesi heimasíðuni:  uwcrcn.no
Upplýsingar um skúlan eru eisini at finna á Facebook

Umsóknarfreist

Umsókn um upptøku á UWC RCN, avrit av seinastu støðumetunum saman við einari frágreiðing um teg sjálva/n, ið skal skrivast í umsóknarblaðinum, skulu umvegis teldupost sendast This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. í seinasta lagi týsdagin 14. februar 2023.
Upptøkusamrøður við umsøkjararnar verða mikudagin 23. februar 2023, kl 16 í Tórshavn. Fráboðan um staðið verður send umsøkjarunum.

Umsóknarblað

Umsóknarblaðið um upptøku á UWC RCN er eisini at finna hjá :
Vegleiðingarstovuni vegleiding.fo ,
Reyða Krossi reydikrossur.fo ,
Undirvísingarstýrið undirvising.fo , og
og hjá lestrarvegleiðinini í miðnámsskúlunum.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.