Aftur í ár verður gjørd ein roynd at leggja árligu útferðina í Koltur. Útferðin verður leygardagin 21. juni 2014. Farið verður av Gomlu Rætt við Norðlýsinum kl. 09.30 og komið verður aftur á Gomlu Rætt umleið kl. 16.

Í Koltri fáa vit eina rundvísing har ferðaleiðari greiðir okkum frá um oynna, søguna, um hvussu koltursfólk búleikaðust fyrr, um umvælingarnar av aldargomlu bygningum og um framtíðarætlanirnar fyri oynna. Høvi verður eisini at ganga ein túr á oynni ella bara at hugna særí hugnaliga nýístandgjørda býlinginum heima í Húsi.

Kostnaðurin fyri útferðina verður kr. 400,-. Fólk, ið ikki eru limir í Norrøna Felagnum kunnu koma við fyri kr. 500,-. Við í prísinum er ferð út í Koltur aftur og fram, rundvísing í Koltri, og ein góð máltíð umborð á Norðlýsinum á veg heim aftur. Flutningur til Gomlu Rætt er ikki við. Farið verður úr Koltrið aftur út á seinnapartin, so tað er eitt hugskot at hava ein matpakka við.

Luttakaratalið er avmarkað, so tey fyrstu, sum melda seg, sleppa við.
Tilmelding fer fram við at flyta kr. 400 (kr. 500 fyri ikki-limir) inn á kontuna hjá Norrøna Felagnum í Bank Nordik: 6460-153.224.5 í seinasta lagi mánadagin 16. juni.

Myndir

Nakrar myndir frá útferðin:

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.