Mikudagin 30. oktober 2013 er Norrøna Felagið í Føroyum við til at skipa fyri eini móttøku fyri føroyingum í Oslo.

Í sambandi við at umboð fyri felagið (formaður og skrivari) eru við á ársfundinum í Norðurlandaráðnum, skipar felagið í tøttum samstarvi við Norsk-Færøysk Lag fyri móttøkuni, sum verður á Grand Hotel á Karl Johan.

Tey almennu umboðini fyri Føroyar á Norðurlandaráðsfundinum eru boðin við, so her verður eitt gott høvi hjá føroyingum, búsitandi í Oslo og har umleiðir at heilsa upp á umboðini fyri landsstýrið og løgtingið.

Í hesum sambandi fer Annika Olsen, landsstýriskvinna við norðurlandamálum, eisini at halda eina røðu.

Móttøkan verður á Grand Hotel, Karl Johans gate 31 mikudagin 30. oktober millum 16.00 og 17.30

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.