Foreningen NORDEN hevur gjørt av at heiðra hennara hátign Margrethu drotning við Málheiðursløn Norðurlanda í 2022.
Í grundgevingini verður sagt, at drotningin er ein týdningarmikil rødd fyri Norðurlendskum samstarvi, felagsskapi og máli.
Tað verður hennara hátign Sonja drotning av Noreg, sum fer at handa Margrethu drotning heiðurslønina á einum serligum tiltaki í hølunum hjá Norrøna Felagnum í Oslo 26. september 2022.
Lesið meira um handanina her