OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Ásmundur Guðjónsson, nevndarlimur í Norrøna Felagnum, bjóðaði vælkomin til Norðurmót 2023.
Ásmundur Guðjónsson, nevndarlimur í Norrøna Felagnum, bjóðaði limum í Norrøna Felagnum og embætisfólkum á teimum ymsu politikkøkjunum í Norðurlendska ráðharraráðnum, vælkomnum til Norðurmót 2023. -mynd Torbjörn Nyström

Fyrstu ferð

Limatiltakið Norðurmót varð fyri fyrstu ferð hildið á Reinsarínum 5. januar 2023.

Eini 40 fólk luttóku á fundinum, sum var ætlaður limum felagsins og embætisfólkum, sum varða av norðurlendskum samstarvi í Føroyum. Fleiri av teimum møttu, bæði limir og røðarar, hildu tað vera eitt gott hugskot við einum slíkum árligum fundi, har teir ymisku partarnir í norðurlendska samstarvinum kunnu greiða frá og birta undir samstarv millum føroyingar.

Skráin

Skráin var hendan:

Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum:
Úrslit av Norðurlandaráðsins samstarvi í 2022, og ætlanir í 2023.
Petur Petersen, limur í Norðurlendsku samstarvsnevndini: 
Hvussu hilnaðist 2022 í Norðurlendska ráðharraráðnum, og hvørjar uppgávur liggja fyri framman.
Águsta Gisladóttir, íslendsk sendikvinna í Føroyum: 
Íslandska formansætlanin í Norðurlendska ráðharraráðnum í 2023.
Torbjörn Nyström, formaður í Norrøna felagnum:
Ætlanir hjá Norrøna Felagnum í 2023.
Onnur, sum hava nakað at boða frá á sínum øki um tiltøk í 2023.

Nýggi norðurlendski samstarvsráðharrin

Millum røðararnar var eisini nýggi norðurlendski samstarvsráðharri Føroya, Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógar- og innlendismálum. Hann greiddi millum annað frá, at hann hevur eina drúgva og virkna fortíð í norðurlendskum ungdómspolitiskum samarbeiði.

Eftir ætlan verður Norðurmót aftur í januar 2024.

 

Myndir

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.