Hevur tú hug at vera limur í felagnum og taka lut í virksemi okkara?

Tað fyrsta, tú gert, er at fylla út teigarnar niðanfyri og trýst á melda til knøttin. Síðani venda vit aftur til tín, skjótast gjørligt.

Eg vil verða lim/ur *
8 + 6 =

Við at vera limur í Norrøna felagnum, stuðlar tú týdningamikla arbeiðinum at menna norðurlendskt samstarv í felag við myndugleikar og aðrar felagsskapir, sum eisini eru við til at kunna um Norðurlond og norðurlendskt samstarv.

Sum limur hevur tú sjálvsagt eisini atgongd til okkara ymisku limatiltøk. Nakrar ferðir um árið fært tú eisini limabrøv við kunning um innbjóðingar, tiltøkum, tíðindi og annað virksemi hjá felagnum.

Fyri at lesa greinar o.a. tilfar fyri limir, er tað neyðugt at rita inn her á heimasíðan. 

Limagjaldið er 200 kr. árliga og fellur til gjaldingar 1. februar. Limagjaldið verður flutt á konto 6460 1532245 í Føroya Banki.
Limir yngri enn 30 ár rinda ikki limagjald.

Spurningar?

Hevur tú spurningar til okkara, kanst tú senda teir her
Ella ring til okkum á 21 79 99.