Hvat er Norden i Skolen?
Norden i Skolen er ein kostnaðarfríur, hugsjónarligur, religións og partapolitiskt- óbundin undirvísingarpallur, sum gevur amboð til lærararar og næmingar í øllum Norðurlondum at arbeiða við, tá arbeitt verður við grannamálsfatan, norðurlendskari mentan og samfelagsviðurskiftum, í ymsum skúlaevnum. Í okkara alheimi er altíð okkurt nýtt at finna, granska ella uppliva.
Norden i Skolen verður ment og umsitin av Samband Norrønu Felaganna í tøttum samstarvið við Norðurlendsku málsamskipanina og Norrønu Feløgini í einstøku londunum.
Norden i Skolen er fíggjað av m.a. Norðurlendska Ráðharraráðnum, Nordplus Nordiske Sprog og Kultur, A.P. Møller Fonden og Norðurlendska Mentanargrunninum.
Í leiðslubólkinum fyri Norden i Skolen sita umboð úr øllum Norðurlondum við bakgrund í frálæru førleika innan frálæru í grannamálum, náttúruvísindum og e-læring. Eitt breitt netverk tryggjar verkætlanini høga fakliga dygd við breiðum norðurlendskum rótfesti.
Norrøna Felagið hevur afturvalt Inga Samuelsen sum umboð felagsins í verkætlanini Norden i Skolen, sum verður ment og umsitin av Meginfelag Norrønu Felaganna, FNF, í tøttum samstarvið við Norðurlendsku málsamskipanina og Norrønu Feløgini í einstøku londunum.
Frálærupallur til øll norðurlond
Norden i Skolen er ein ókeypis frálærupallur, ið gevur norðurlendskum lærarum og næmingum í fólka- og miðnámsskúla serstakar møguleikar fyri at arbeiða við skandinaviskari málfatan og norðurlendskari mentanarfatan. Alt tilfarið tekur støði í tí norðurlendska, og er ment fyri at stuðla málunum í øllum teimum norðurlendsku námsætlanunum.
Í 2011 vann Norden i Skolen virðisløn frá norðurlendsku samstarvsráðharrunum fyri at hava ment eitt útkast, ið styrkir fatanina av grannamálunum donskum, norskum og svenskum hjá børnum og ungum í øllum Norðurlondum. Verkætlanin er non-profit.