Norðurlendska bókmentavikan er upplestrartiltak, tá somu bókmentir um sama evni verða lisnar upp samstundis um øll Norður- og Baltalond. Sama gera aðrir stovnar úti um heim, ið hava áhuga fyri Norðurlondum.
Endamálið við verkætlanini, ið Föreningarna Nordens förbund umsitur, er at breiða út kunnleika um norðurlendskar bókmentir og at virka fyri upplestri og at halda í hevd norðurlendska siðin at siga søgur. Norðurlendsk bókmentavika verður hildin eina ferð um árið - í viku 46. Tá skipa bókasøvn, skúlar og aðrir mentanarstovnar fyri upplestri fyri børnum og ungum um morgunin og fyri vaksnum um kvøldið. Norðurlendska ráðharraráðið fíggjar verkætlannina.
Nýtt evni verður kosið fyri hvørt ár, somuleiðis nýggj barna-, ungdóms- og vaksnamannabók, ið onkursvegna kunnu knýtast at evninum. Samskipanarbólkurin fyri Norðurlendsku bókmentavikuna, ið er mannaður við umboðum úr øllum Norðurlondum og teimum sjálvstýrandi økjunum, velur evni og bøkur.