Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur heitt á Norrøna Felagið um at gera tilmæli um limir, ein mann og eina kvinnu, at umboða felagið í Ráðgevandi nevndini fyri Norðurlandahúsið frá 1. november 2022 til 31. oktober 2025.
Eyrith Guttesen Leyni, nevndarlimur, hevur sitið í Ráðgevandi nevndini hetta seinasta skeiðið, og felagið hevur gjørt av at skjóta upp, at Eyrith heldur fram, ella at Ásmundur Guðjónsson, nevndarlimur, verður valdur í hennara stað.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.