Nordjobb

 

Nordjobb er bæði ein virðismikil arbeiðsroynd og ein møguleiki at uppliva eitt av grannalondum okkara. Í tínum Nordjobbsummari kemur tú at uppliva, hvussu tað er at búgva í einum øðrum norðulendskum landi, samstundis sum tú kemur at kenna aðrar Nordjobbarar, og fáa nýggjar vinir frá øllum norðulondum.

Nordjobb arbeiðir fyri at økja um mobilitetin á norðurlendska arbeiðsmarknaðinum, og økja vitan um mál og mentan í norðulondum. Vit hava síðani 1985 givið umleið 27.000 ungum ímillum 18 og 30 ár møguleikan at uppliva eitt annað norðurlendskt land. Við at taka lut í verkætlanini, stuðla bæði nordjobbarar og arbeiðsgevarar mobilitetinum yvir norðulendsku mørkini.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.