Helsingforssáttmálin

Sáttmálin, sum setur karmarnar fyri norðurlandasamstarvinum, kallast Helsingforssáttmálin. Hann bleiv fyrstu ferð undirskrivaður av stjórnunum í Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Danmark í Helsingfors 23. mars 1962.
Sáttmálin ásetti seks samstarvsøkir: rættar-, mentanar-, almanna-, fíggjar-, flutnings- og umhvørvisøki. Samstarvið kom síðan at fevna um samstarv á øllum stjórnarøkjum uttan trygdar-, verju- og uttanríkispolitikk.

 

Norðurlandaráðið

Norðurlandaráðið er parlamentariski stovnurin í norðurlendska samstarvinum og er samstarv millum tey átta tingini í Norðurlondum. Tá Norðurlandaráðið byrjaði sítt virksemi í 1952 var Finland ikki við. Finland gjørdist limur í samstarvinum í 1956.

Føroyar og Áland komu upp í samstarvið í 1969, og Grønland í 1979, tá ið Grønland fekk heimastýri. Í Norðurlandaráðnum eru 87 limir. Svøríki og Norra hava 20 limir hvør, Finland hevur 18 limir, Danmark hevur 16 limir og Ísland hevur 7, Føroyar, Grønland og Áland hava 2 limir hvør.

Bert limir ið eru valdir á ting í Norðurlondum kunnu vera limir í Norðurlandaráðnum. Dagliga leiðslan liggur hjá formansskapinum, og hægsti myndugleiki er aðalfundurin millum teir 87 limirnar.

Norðurlandaráðið skal:
  • Fremja politisk átøk
  • Vera politisk drívmegi
  • Ansa eftir, at Norðurlendska Ráðharraráðið røkir sínar skyldur
  • Góðkenna og gera møguligar broytingar í uppskotunum til fíggjarætlan fyri Norðurlendska Ráðharraráðið.

Les meira um Norðurlandaráðið

 

Norðurlendska ráðharraráðið

Norðurlendska Ráðharraráðið varð sett á stovn í 1971 og er formliga samstarvið millum stjórnirnar í norðurlondum og fevnir um tilsamans 10 ráðharraráð.
Forsætisráðharrarnir hava evstu ábyrgd fyri stjórnarsamstarvinum. Hesa ábyrgd hava forsætisráðharrarnir tó latið teimum átta samstarvsráðharrarunum at røkja, saman við Norðurlendsku Samstarvsnevndini, sum hevur ábyrgd av at samskipa politiska norðurlendska samstarvið.

Føroyski samstarvsráðharrin luttekur í øllum virksemi hjá samstarvsráðharrunum. Løgmaður hevur havt avmarkaða atgongd til fundirnar, men í 2014 eydnaðist at gerast partur av forsætisráðharrafundunum.

Føroyar, Grønland og Áland kunnu velja at taka undir við teimum avgerðum, sum verða tiknar í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Tann 5. september 2007 samtyktu samstarvsráðharrarnir sonevnda Álandsskjalið, sum kortleggur tey átøk, sum skulu styrkja luttøkuna hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi í norðurlendska samstarvinum.

Norðurlendska Ráðharraráðið skal:

  • Leiða og fyriskipa samstarvið
  • Seta átøk í verk
  • Gera norrøna fíggjarætlan
  • Gera frágreiðingar um og kunna um samstarvið í Norðurlanda Ráðharraráðnum

Formansskapurin fyri ráðharraráðið varðir eitt ár og skift verður millum tey fimm norðurlendsku londini. Norðurlandaráðið og Norðurlendska Ráðharraráðið hava skrivstovu í Keypmannahavn.

Les meira um Norðurlendska Ráðharraráðið

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.