Hesin privatpolitikkur greinar, hvørjar persónsupplýsingar verða savnaðar á hesari síðu.

Hvørjar upplýsingar savna vit?

Tá tú ferðast á okkara síðum, savna vit upplýsingar um tína tóleind (teldu/teldil/snildfon). Hesar upplýsingar fevna um:

  • Hvørjar cookies verða goymdar
  • Slag av tóleind
  • Slag av kaga (browser)
  • Tíðarsonu
  • IP-adressu
  • Hvørjar síður, tú vitjar
  • Hvussu tú fanst fram til okkara síðu

Tøknin, vit nýta til innsavnan, er cookies sum eru eru dátufílur, sum verða goymdar á tíni tóleind.

Hvussu brúka vit hesar upplýsingar?

Upplýsingar um tóleindir:
- Vit brúka upplýsingar, ið vit savna inn um tóleindir o.a., til at hava eyguni við møguligum álopum á síðuna.
- Vit brúka eisini hesar upplýsingar til at betra um okkara síður, so at vit kunnu geva tær eina betri uppliving.
- Ísv. marknaðarátøk kunnu vit brúka upplýsingar um tóleindina fyri at betra, avmarka og tillaga samskiftið, so at tað er so greitt og viðkomandi sum gjørligt.

Deiling av tínum upplýsingum:

Fyri at kunna útinna tað, sum er lýst omanfyri, verða tínar upplýsingar deildar við hesar uttanhýsistænastur:
- Joomla (fyri at kunna uppspora og forða fyri møguligum álopum frá teldusníkum og fyri at støðugt kunna betra um virkisførið av síðuni).
- Google Analytics (fyri at síggja, hvussu tú brúkar síðuna, og betra um upplivingina).

Innsavning av persónligum dátum í samband við bíleggingar

Um tú bíleggur eitthvørt frá okkum, er skráseting av persónligum upplýsingum neyðug, fyri at vit kunnu veita tær upplýsingar viðvíkjandi bíleggingini. Upplýsingar, ið vit savna inn í sambandi við bílegging av tiltøkum eru: navn, t-postur, telefonnummar, bústaður og tjóðskapur. Upplýsingar um tjóðskap skulu bert nýtast til hagfrøðilig endamál.

Samband og útfyllingarskjøl

Um tú velur at nýta okkara útfyllingarskjal (contact form) so verða tínar upplýsingar goymdar í okkara (backend) skipan og savnaðar saman í einum telduposti, sum síðani verður sendur okkum.

Allar dátur, ið verða fingnar til vega frá einhvørjum útfyllingarskjali (website form), verða viðgjørdar og eftirmettar í minsta lagi einaferð um árið; har óvirknar dátur verða strikaðar úr dátugrunninum í okkara Joomla-skipan.

Hvussu verja vit tínar persónligu dátur?

Tá ið tú bíleggur frá okkum, nýta vit trygdarritbúnað, sum bronglar allar upplýsingar, ið tú tøppar inn, áðrenn tær verða sendar til okkara. Hendan bronglan tryggjar neyðuga verju fyri óviðkomandi uppílegging.

Hvussu leingi varðveita vit tínar persónligu dátur?

Ynskir tú at fáa tínar persónligu dátur strikaðar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum, og vit strika allar upplýsingar um teg í skipan okkara. Tó er tað álagt okkum sambært lóg at varðveita ávísar persónligar dátur í okkara bókhaldi í 5 ár. Um tínar persónligu dátur ikki verða nýttar ella virktar í 5 ár, strika vit tær.

Dátueftirlit

Dátueftirlitið fyri hesa heimasíðu er:
Norrøna Felagið
Lützenstrøð 4
100 Tórshavn
FØROYAR
+298 217999
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Tíni rættindi

Tú hevur rætt til atgongd til allar upplýsingar, vit goyma um teg. Tú kanst eisini biðja um, at upplýsingarnar um teg verða tillagaðar ella strikaðar.

Ynskir tú innlit í upplýsingar, vit goyma um teg, ella ynskir tú at broyta ella strika hesar upplýsingar, so send okkum ein teldupost. Vit svara tínum fyrispurningi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at boðini eru móttikin.

Spurningar?

Ivast tú í onkrum, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Dagføringar

Okkara privatpolitikkur verður dagførdur, tá ið viðkomandi broytingar eru. Vit mæla tær til at vitja hesa síðu av og á og kunna teg um galdandi privatpolitikk.

Seinast dagført 8-10-2022

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.